HEIM
02.11.2016

Kringvarpsins álíkning álítandi?

tórbjørn jacobsen, borgarstjóri

Runavíkar kommuna skyldar 80,5% av einari skattaálíkning, og hon skyldar 66,5% av 1,24-álíkning, heimilað í skrivligari avtalu ímillum Fíggjarmálaráðið og kommununa.

Tað kom mær annars fyri oyruni á býráðsfundinum seinasta hóskvøld, at Kringvarpið á valsafariu síni kring landið, sum terna hevði skotið seg niður í býráðssalin fyrr á degnum, og har varð upplýst, at Runavíkar kommuna skyldaði meiri enn eina álíkning. Hetta kann bert skiljast soleiðis, at hon er sera illa fyri fíggjarliga. Illa sperd. Hon kemur harvið í ringt ljós í alra manna lurti. Av arbeiðsávum hoyrdi eg ikki sendingina, og skuldi nøkur rætting verið komin umvegis almennu public service rásina, so havi eg heldur ikki hoyrt hana.

Er fólksins stovnur, Kringvarpið, álítandi? Sum oftast, havi eg hildið, men í hesum førinum er valredaktiónin totalt avmarsjerað og ikki álítandi. Havi samskift við onkran av hesum fólkum, og í einum svari verður sagt: "Tað er rætt, at vit hava sagt í eini stuttari lýsing av Runavíkar kommunu, at kommunan skyldar omanfyri álíkningina." Síðani hendi ikki meiri í málinum.

Man skal ansa sær, táið man starvast hjá einum stovni sum Kvf, sum vit borgarar altíð og stund eiga at hava trygd fyri er álítandi. Serliga í faktuellum málum. Nú er tað so farið at ganga sum rótasúpan í bygdum okkara, at kommunan er á ørmundarhúsi, og tað verður sjálvandi eisini ein partur av stríðnum um atkvøðurnar, serliga hjá teimum sum ikki standa undir ákæruni, um at hava rent kommununa fasta fíggjarliga.

Hvør er so hin beiski veruleikin?

Ja, hann er ikki nær í námind í slekt við tíðindini hjá Kringvarpi Føroya seinasta hósdag. 25. august í ár skrivar Fíggjarmálaráðið í einum tíðindaskrivi m.a. soleiðis.: "Sambært innlatnu roknskapunum var tað eingin kommuna, sum við árslok 2015 hevði nettoskuld, ið var størri enn ein skattaálíkning á 23%. Hetta er tekin um, at føroysku kommunurnar sum heild er fíggjarliga væl fyri."

Í sambandi við at eldraøkið varð lagt út til kommunurnar at reka, kom Runavíkar kommuna í ta støðu, at hon mátti leggja 28,7 milliónir krónur á borðið, fyri at synkronisera ognarskapin í núverandi Roðanum. Landsstýrið og RK gjørdu samstundis eina skrivliga semju um, at kommunan kundi fara uppum eina skattaálíkning við hesi somu upphædd, sum aftur svaraði til 1,24 álíkning. Hendan ásetingin minkar liniert fram til og við 2022. Um hetta mundið nærkaðist Runavíkar kommuna nakað tí einu álíkningini, sum er galdandi fyri allar kommunur, men hon hevur alla tíðina verið langt frá sertreytini á 1,24 álíkning.

Hvør er so støðan í dag, nú Kringvarpið ákærir okkum fyri at skylda meiri enn eina álíkning?

Sakin er hon, at støðan av ymiskum orsøkum er munandi batnað síðani hesa sera positivu staðfestingina hjá Fíggjarmálaráðnum fyri góðum tveimum mánaðum síðani. Støðan í dag er nevniliga hon, at nettoskuldin hjá Runavíkar kommunu er 80,5% av tí, sum vit vanliga rópa eina álíkning og 66,5% av 1,24-álíkning. Viðvíkjandi møguligum fíggjarligum rásarúmi kann tað orðast soleiðis, at kommunan ídag hevur rúm fyri at læna 28,9 milliónir krónur upp til eina vanliga álíkning og 60 milliónir krónur upp til sertreytirnar - 1,24/álíkning - ásettar í avtalu ímillum FMR og RK.

Um Kringvarpið ikki longu hevur bøtt um sín grova svipsara, er ranga ákæra teirra hervið afturvíst við faktuellum tølum, fingin til vega frá fíggjarleiðara kommununnar.

skattur