HEIM
06.06.2018

Kostnaður av grundøkjum

Runavíkar kommuna fæst við og fer í næstum at útstykkja nýggj grundøkir, og í hesum sambandi hevur tað í eina tíð verið arbeitt við at prísáseta nýggjar útstykkingar. Tekniska deild, Byggi- og býarskipanarnevndin og Fíggjarnevndin hava virkað við málinum og eftir at mong atlit hava verið tikin við í orðaskiftið, varð semja um, at mæla Runavíkar býráði til at taka undir við hesi bólking og kostnaðum:

Øki 1: Glyvrar, Runavík og Saltangará 750 kr. fyri fermeturin.

Øki 2: Lamba, Lambareiði, Rituvík, Skála, Skálafjørður, Skipanes og Søldarfjørður 575 kr. fyri fermeturin.

Øki 3: Elduvík, Funningur, Funningsfjørður, Oyndarfjørður og Æðuvík  400 kr.  fyri fermeturin.

Í hesi ætlan liggur ein áseting um, at allar núverandi og komandi útstykkingar skulu gerast lidnar við útgrevstri, planering, kantsteinum, gøtuljósum og asfaltering - og er hetta við í kostnaðinum. Tilmæli var eisini um at hækka depositum hjá hvørjum einstakum umsøkjara upp til 20 túsund krónur, ein tátting fyri at fáa greiði á veruliga tørvinum á grundøkjum í kommununi.

Tilmælið snúði seg bert um útstykkingar sum eru í gongd og sum í framtíðini fara at vera framdar. Eldru óplaneraðu grundøkini, ið standa á skrá á heimasíðuni runavik.fo "tøk grundstykkir", verða framhaldandi seld fyri gamla prísin. Ávikavíst 90, 170 og 285 kr. fyri fermeturin.

Ein annar partur av ætlanini er at lata fyribilsskeytir út til umsøkjararnar til útstykkingina í Kass í Rituvík og hareftir í Leitinum í Saltangará og á Hórheiðum á Skála. Neyvætlanin – deteilprosjekteringin – av Leitisætlanini verður væntandi liðug hin 8. juni, og síðani verður farið undir at gera útbjóðingartilfarið klárt, meðan Hórheiðar bíða eftir einari kæru, sum enn ikki er avgreidd frá øðrum íblandaðum myndugleika.

Roknað verður annars við, at tað kostar kommununi á leið 830 kr. fyri fermeturin at útstykkja eitt meðalgrundøki.

Eftir at málið hevði verið fyri í Byggi- og býarskipanarnevndini og Fíggjarnevndini tók Býráðið samfelt undir við tilráðingunum frá nevndunum, við tí uppískoyti, at í hvørjum einstøkum føri, táið nýggjar útstykkingar verða gjørdar, skal ein meting gerast av, hvør ið kostnaðurin er av felagsøkjum í nýggja býlinginum, og um hetta skal leggjast afturat kostnaðinum av hvørjum einstøkum grundøki.