HEIM
25.05.2018

Kortlegging við dronum

Umhvørvisstovan nýtir dronur at gera nýggj myndakort av øllum býum og bygdum í Føroyum.

Flogið verður yvir hesar bygdirnar í tíðarskeiðnum 28. maj til 18.juni:

Runavík, Saltangará, Skála, Skálafjørður, Skipanes, Søldarfjørður, Glyvrar, Lamba

Tá kortlagt verður við dronum, flúgva hesar uml. 100 metrar uppi yvir lendinum og taka myndir beint niður. Myndirnar verða nýttar at gera myndakort, hæddarkurvar og onnur teknisk data. Flúgvingin er skjótt avgreidd, tað tekur uml. 45 min. at flúgva 1 km2.

Løgreglan er kunnað um flúgvingina.

Dronurnar eru úr løttum og haldførum tilfarið og viga beint undir 1,5 kg.

Eru spurningar til dronuflúgving, eru fólk vælkomin at seta seg í samband við Umhvørvisstovuna á tlf. 342400 ella teldupost us@us.fo.