HEIM
12.10.2009

Konsertir við Elisabeth Westenholz, klaver og Kim Bak Dinitzen, sello.

Í tíðarskeiðinum 15. – 22. oktobur skipar Konsertfelagið fyri konsertum við tónleikarunum Kim Bach Dinitzen og Elisabeth Westenholz .
Tey bæði spæla sello og klaver og tey fara at hava konsertir ymsa staðni í Føroyum. Skráin eru verk av tónaskaldinum Ludwig van Beethoven, sum livdi í árunum 1770 – 1827. Beethoven hevur skrivað fleiri verk fyri sello og klaver. Best kendar eru tær fimm sellosonaturnar, sum verða høvuðsverkini í konsertskránni hjá hesum tónleikarum á konsertferð teirra í Føroyum.

Kim Bach Dinitzen (f. 1963) hevur útbúgving fra Kgl. Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn har lærari hansara var Erling Bløndahl Bengtson. Han debuteraði í 1986, og hevur síðan tá verið solistur við næstan øllum donskum orkestrum og hevur fingið fleiri virðislønir. Millum annað Jacob Gades Legat og Victor Borge Prisen.
Í 1988 vann Kim 1. virðisløn í tveimum amerikanskum tónleikakappingum. Aftaná tað spældi hann konsertir bæði í Washington D.C. og í New York’s Carnegie Hall. Síðan hevur hann eisini vunnið virðislønir í øðrum internationalum kappingum og hevur spælt í Onglandi, Japan, Italien og restina av Europa.
Kim hevur eisini spælt inn á fløgu. Øll selloverkini av Benjamin Britten og Fauré og sonatur av Strauss og Brahms. Í 1998 spældi hann inn cellokonsertina hjá Emil Hartmann saman við Sønderjyllands Symfoniorkester.
Aftaná 14 ár í Stórabretlandi fekk Kim 2003 starv sum solosellistur í Kgl. Kapelinum í Keypmannahavn. Hann undirvísir framvegis í Manchester og spælir í Chamber Orchestra of Europe.

Elisabeth Westenholz (f. 1942) er væl kend í Føroyum við tað, at hon fleiri ferðir hevur verið her og spælt konsertir. Elisabeth er útbúgvin bæði sum urguleikari og pianistur, men tað er sum klaverleikari hon hevur gjørt tey størstu avrikini. Bæði sum solistur og sum kamartónleikari hevur hon útynt tað heilt óvanliga. Við hennara spæli gevur hon ikki bert teknisk eina fulkomna framførslu, men eisini eina djúpfølda tulking av tí tónleiki, hon framførir.
Elisabeth hevur spælt nógvar konsertir bæði í Danmark og øðrum londum. Sjálvt um hon hevur verið eftrispurd sum sololeikari, so hevur tað víst seg, at tað er innan kamartónleik hon hevur havt størsta virkið. Síðan 1995 hevur hon spælt saman við ungu tónleikarunum violinspælaranum Nikolaj Madojan úr Armenia og sellospælaranum, sum hon spælir saman við á hesi føroyaferð, Kim Bak Dinitzen.
Elisabeth hevur spælt millum annað allar klaverkonsertirnar hjá Beethoven inn á fløgu, fleiri av Mozartsa klaverkonsertum, klaver- og orgulverk hjá Carl Nielsen og kamartónleik av Haydn, Kuhlau, Brahms og øðrum.

Á føroyaferðini fara tey bæði at spæla verk fyri cello og klaver av Beethoven.

Konsertir verða í Havn, Trongisvági, Vági, Klaksvík og Runavík. Skúlakonsertir verða í Hvalba og á Giljanesi.

Atgongumerkir á 100 kr. fáast við dyrnar. Børn og skúlaungdómur ókeypis atgongd.

Tíðarætlan:
Hósdagin 15. oktobur kl. 19.30 konsert í Løkshøll, Runavík
Fríggjadagin 16. oktobur konsert í Christianskirkjuni, Klaksvík
Sunnudagin 18. oktobur kl. 16 konsert í Norðurlandahúsinum, Tórshavn
Týsdagin 20 oktobur kl. 16 konsert í Framtíðini, Vági
Týsdagin 20. oktobur kl. 19.30 konsert í Trongisvágs skúla
Mikudagin 21. oktobur kl. 9 skúlakonsert Hvalbiar skúla
Hósdagin 22. oktobur kl. 10 skúlakonsert Giljanesi, Vágum