HEIM
29.03.2011

Konsert við Robert Mc Birnie

Leygarkvøldið 2. apríl kl. 20.00 verður konsert í Løkshøll, nú Robert Mc Birnie hevur rundað hálva øld á palli sum sangari, tónleikari og undirhaldari.

Konsertin verður eitt samankók av tí nógva, Robert McBirnie hevur verið við til á palli ígjøgnum meira enn 50 ár, og fleiri forkunnugir gestir kunnu eisini upplivast á palli saman við honum hetta kvøldið.

Eitt orkestur við fleiri av okkara fremstu tónleikarum leggur botnin undir tí nógva og fjølbroytta tónleikinum, sum verður at hoyra hetta kvøldið, umframt at gestir úr bæði Red Boys, Faroe Boys og onnur, ið hava verið á palli saman við Robert, vera at hoyra.

Tónleik- og sangarar: Finnur Hansen, Ólavur Øster, Arnbjørn Sivertsen, Kolbein Simonsen, Brandur Jacobsen, Malar Johannesen og Torkil Johannesen.

Atgongumerki á 200 kr. eru at fáa í Kiosk Vár og Kunningarstovuni í Saltangará, og í Tutl handlinum í Havn.