HEIM
13.04.2012

Konsert við Kristinu Bærendsen í Ítróttharhøllini í Runavík

Ítróttarhøllin í Runavík verður leygarkvøldið 14. apríl kl. 20:00 karmur um eina rimmar konsert við Kristinu Bærendsen.

Kristina hevur seinastu árini turnerað nógv við Halli Joensen, bæði her á landi og uttanlands. Áhoyrarirnir kunnu tí gleða seg til eina sangarinnu í góðum formi.

Tónleikarirnir Kristina hevur aftanfyri seg, eru:
Beddi Hansen - guitar
David Simonsen - bass
Petur Hans Niclasen - el''guitar
John Mortensen - tangentar og kór
Jasmin Jovanovic - trummur
Nita Højgaard - kór

Kristina fer, millum annað, at frumframføra tvey spildurnýggj løg, sum hon hevur gjørt bæði orð og lag til.

Áðrenn Kristina trínir á pall, verður bólkurin ''Three'' at hoyra, sum er mannaður av trimum ungum talentfullum harrum úr høvuðstaðnum, og teir eru Ólavur á Váli Olsen, Dánial Lindenskov og Finnur Carlsen.

Í steðginum verður ein fjøldbroytt mótasýning við mótahandlinum ''JUNGLE'' í Saltangará.