HEIM
16.09.2009

Konsert við Føroya Symfoniorkestri í Løkshøll 26. september kl. 20

Á fyrsta sinni verður møguleiki at hoyra Føroya Symfoniorkestur í nýggja mentanarsalinum Løkshøll í Runavík.
Fyri Symfoniorekstrið er nýggi salurin kærkomin, tí ikki eru onnur støð uttanfyri Havnina egnaði til symfonioskan tónleik.
Og tað er ikki hissini skrá Symfoniorkestrið fer at bjóða fram. Kenda violinkonsertin eftir finska tónaskaldið Jean Sibelius verður framførd og solistur er eina av fremstu fiólleikarum í Íslandi, Sigrún Eðvaldsdóttir. Aftaná steðgin verur 5. symoni eftir russiska tónaskaldið Dimitri Shostakovic framførd.
Tað er Bernharður Wilkinson sum sjórnar 60 mans stóra orkestrinum.
Konsertin verður leygardagin 26.september kl. 20:00 í Løkshøll í Runavík.
Atgonumerki fáast á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum www.nlh.fo
og í Kunningarstovuni í Runavík.