HEIM
13.08.2015

Konsert og máliverkstaður í sama tiltaki

Tónleikabólkurin Yggdrasil hevur eina heilt serliga konsert á bókasavninum við Løkin í Runavík hóskvøldið 13. august. Konsertin er í sambandi við tónleikafestivalin Summartónar. Fýra konsertir hava higartil verið á bókasavninum, og er hetta tann fimta og seinasta hetta summarið. 

Á konsertini hóskvøldið er Yggdrasil mannað við Angeliku Nielsen (violin), Kristian Blak (piano) og Mikael Blak (bass). Polski tónleikarin Piotr Damasiewicz (trompet) er við sum solistur. Eisini er danski listamaðurin Anders Hjuler við í hópinum, og fer hann at vísa málningar og mála samstundis sum konsertin er. Hetta verður uttan iva ein sera forkunnug og áhugaverd uppliving.

Tónleikaskráin inniheldur m.a. verk hjá Duologues, sum Anders Hjuler og Yggdrasil eisini samstarvaðu um í 2008, umframt Inuit tónleik. 

Konsertin á bókasavninum byrjar klokkan 20.00.

Atgongmerki kostar einans 50 krónur. Og bókasavnið bjóðar drekkamunn.

Øll eru hjartaliga vælkomin til eina spennandi tónleikaløtu á Bókasavninu við Løkin.

Meira kann lesast um bókasavnið og summarkonsertirnar á heimasíðuni www.lokin.fo