HEIM
04.05.2009

Konsert í Mentanarhúsinum við Løkin

Konsert verður í tí nýggja Mentanarhúsinum við Løkin mikukvøldið tann 6. mai við Nes Sóknar Musikkfelag.

Skráin hjá hornorkestrinum verður tann sama sum til Musikkstevnuna um vikuskiftið, umframt løg hornorkestrið hevur spælt gjøgnum árið. Millum annað verða spæld duettin, Ida and Dot, við Rúna Hentze og Ken Jones á trompet og Panis Angelicus, har Laila Poulsen á trompet er solistur.
Rúni Hentze og Laila Poulsen fingu ávikavist 1. og 3. virðisløn í Berlingske Tidendes Klassiske Musikkonkurrence, ið var hildin tann 18. apríl - 19. apríl í Keypmannahavn.

Ken Jones stjórnar Nes Sóknar Musikkfelag. Hetta verður eisini tað fyrsta almenna konsertin í Mentunarhúsinum við Løkin

Konsertin byrjar kl. 19.30, og øll eru vælkomin.