HEIM
02.07.2008

Konsert í fimleikahøllini á Glyvrum sunnudagin 6. juli kl.17.00.

Konsert í fimleikahøllini á Glyvrum sunnudagin 6. juli kl.17.00.

Hornorkestrið "Kirkwall Town Band" úr Orknoyggjum og Nes Sóknar Musikkfelag hava konsert í fimleikahøllini á Glyvrum nú sunnudagin 6. juli kl.17.00.

Dirigentur hjá "Kirkwall Town Band" er Brian Jones. Hann er beiggi Kenneth Jones, ið hevur verið venjari hjá Nes Sóknar Musikkfelag síðan 2001. Tey komu mikudagin við "Norrønu" úr Scrabster og fara avstað aftur mánadagin. Skráin er fjølbroytt og koma orkestrini eisini at spæla onkran mars í felag.