HEIM
24.03.2009

Kongshavnar Havnastýri hevur skipað seg

Á fundi í Kongshavnar Havnastýri mánakvøldið 23. mars varð einmælt samtykt at velja Súna í Hjøllum, varaborgarstjóra úr Nes kommunu, til formann.

Hinir nevndarlimirnir eru:
Klæmint Østerø f. Runavíkar kommunu
Kári E. Jacobsen f. Runavíkar kommunu
Pole J. Hansen, f. Sjóvar kommunu
Tollakur Joensen, f. Eystur kommunu

Hvussu gamalt navnið Kongshavn er - og hvør uppruni tess er, er ikki heilt greitt. Navnið finst tó í skjølum longu frá 1650, har sagt verður, at Kongshavn er frá syðra parti av Skálafjørðinum.

Siglir tú inn eftir Skálafjørðinum og ert komin inn um Garðsenda á Toftum og Raktanga á Strondum, so ert tú komin í Kongshavn. "Den længste fjord og samtidig tryggeste ankerplads....." skíra fróðarrit Skálafjørðin. Tað er tí heldur ikki so løgið, at Skálafjørðurin hevur verið skipum lívd og vørn síðan Tróndar dagar, sum vit lesa um í kvæðnum "Gøtuskeggjar".

Tann 18. okt. 1913 kemur í gildi lóg um Kongshavn (Skálafjørðin) sum skipahavn. Sambært hesi lóg skuldu kommunurnar fram við Skálafjørðin velja eina nevnd at hava ábyrgd av havnaviðurskiftunum. Henda nevnd fer til verka tann 7. februar 1914, og verður hesin dagurin roknaður sum stovningardagur fyri Kongshavnar Havnastýri.

Síðan stovnanina hava kommunurnar við Skálfjørðin havt eitt tætt og gott samstarv um havnaviðurskiftini við Skálafjørðin, so skip og bátar kunnu fáa eina so góða tænastu sum møguligt. Avlopið av inntøkunum frá havnagjaldinum verður býtt í mun til strandarlongdina hjá kommununum. Býtið er: Nes 14%, Runavík 48%, Sjóvar 23%, Eystur 15%.

Í næstum fer nýggja havnastýrið at leggja eina arbeiðsskrá fyri tey fýra komandi árini, til tess at menna møguleikarnar við Skálfjørðin enn meira.