HEIM
18.11.2014

Kongshavnar frítíðarsiglarar

Kongshavn er sum øllum kunnugt inni á Skálafjørðinum. Kongshavnar frítíðarsiglarar er eitt nýstovnað og virkið bátafelag, sum hevur til endamáls at skapa trivnað.

Í eina tíð hava nevndarlimirnir arbeitt við at gera eina heimasíðu, sum er send út í netrúmið í dag til øll bátafólk at brúka. Har finnast nógvir hentir upplýsingar - veður, streymur, viðkomandi leinkjur og ikki minst vakrar myndir.

Vónandi taka tit øll eins væl ímóti heimasíðuni sum ímóti facebooksíðuni hjá Frítíðarsiglarum.

Tit eru vælkomin at deila hana.

Vinarliga
Nevndin

EksternLeinkja1: http://www.siglarar.fo