HEIM
16.08.2018

Kongalig vitjan

Leygardagin hin 25. august fær Runavíkar kommuna kongaliga vitjan. Hansara Hátign Fríðrikur, krúnprinsur, Hennara Hátign Mary, krúnprinsessa, prinsessurnar Isabella og Josephina og prinsarnir Christian og Vincent koma við kongaskipinum ”Dannebrog” inn á Skálafjørðin hendan morgunin, og leggja at við bryggjuna á Bakka á Glyvrum kl. 9, har almenn móttøka verður á bryggjuni. Býráðslimirnir taka ímóti kongaliga fylginum, hornorkestrið spælir og borgarstjórin heilsar gestunum vælkomnum.
Øll eru hjartaliga vælkomin til móttøkuna á Bakkabrúnni.

Eftir tað fer Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, at sýna gestunum virkið og greiða frá føroyskari aling og týdningi hennara í føroyskari vinnu.

Haðani fer fylgið at vitja Bylgjuna, har ítróttarfeløgini fara at sýna fram síni kynstur, og geva gestunum eina mynd av, hvat ið hesin framkomni ítróttardepilin kann nýtast til í gerandisdegnum.

Gingið verður síðani út í húsið hjá Skótunum við Løkin, har borðreitt verður við miðmála fyri gestunum og innbodnum.