HEIM
13.12.2019

Átrokandi um jóla- og nýggjárshøgtíðina

Kommunuskrivstovan og Visit Runavík um jóla- og nýggjárshøgtíðina
Kommunuskrivstovan og Visit Runavík verða stongd frá 23. desember til 3. januar.
Opið verður aftur mánadagin 6. januar 2020.

Visit Runavík
Um átroðkandi boð eru til Visit Runavík, kann t-postur sendast til visit@runavik.fo. Í øðrum føri ber til at ringja á 237060.

Vega- og vatndeildin
Borgarar, sum hava átrokandi ørindi hesa tíðina, kunnu ringja.:

  • Eru trupulleikar við vatnveitingini kann ringjast á tlf. 214506 ella 214570.
  • Eru talan um annað, so sum kloakkviðurskifti, áarlop v.m. kann ringjast á tlf. 237055

Loyvi til nýggjársbál

  • Umsókn um loyvi at brenna nýggjársbál skal stílast til Skálafjarðar kommunala Sløkkilið tlf. 448235 ella sks@sks.fo í seinasta lagi 31/12 kl. 12.00.
    Umsóknarbløð til nýggjársbál eru at finna á www.runavik.fo