HEIM
03.08.2015

Kommunuskrivstovan longri opið í samband við løgtingsvalið

Til ber at avgreiða valatkvøðu og at søkja um upptøka á vallista sum vanligt á Kommunuskrivstovuni.

Í samband við løgtingsvalið, sum verður 1. september 2015, hevur Kommunuskrivstovan longur opið mikudagin og hósdagin.

Upplatingartíðirnar verða soleiðis hesa vikuna:
Týsdagin 4. august kl. 9.00 – 16.00
Mikudagin 5. august kl. 9.00 – 19.00
Hósdagin 6. august kl. 9.00 – 19.00
Fríggjadagin 7. august kl. 9.00 – 15.00

Umsókn um upptøku á løgtingsvallistan kann latast til Kommunuskrivstovuna við at senda umsóknina umvegis teldupost til runavik@runavik.fo

Møguleiki er eisini at greiða brævatkvøðu.

Ein treyt fyri upptøku á vallistan fyri útisetar er, at veljarin hevur sent umsókn inn og at avgerðin um upptøku er tikin í seinasta lagi 3 vikur undan valdegnum, tvs. áðrenn 11. august 2015.

Kommunuskrivstovan longri opið