HEIM
15.07.2011

Kommunusamanleggingar

Seinastu árini hevur hetta mál fylt nógv í løgtingi, í kommunum og í fjølmiðlum. Nógv tíð og nógv orka er brúkt og verður eisini brúkt í hesum døgum, men mær kemur fyri, at fólk eru farin at troyttast, tí hetta tekur ongan enda. Serliga eru tað tær ymisku og ofta mótstríðandi fráboðanirnar frá
landspolitikarunum, sum ørkymla og sum nú fáa fólk av álvara at troyttast.

Eingin loyna skal verða, at Runavíkar kommuna stendur aftanfyri tær fráboðanir, sum eru komnar frá KSF. Serliga er tað Klaksvíksskjalið, sum greitt boðar frá, hvar vit standa í hesum máli. Í Klaksvíksskjalinum verður greitt boðað frá: Tíðarætlan, bygnaði, fígging, málsøki, avgerðarrætti og tilgongd fyri kommunusamanleggingum. Eg fari ikki at útgreina Klaksvíksskjalið, tí tað talar fyri seg sjálvt, men eg fari at viðgera tvinni viðurskifti í sambandi við kommunusamanleggingar, sum vit hava hoyrt seinastu dagarnar, og sum eg ikki kann taka undir við.

Tað fyrra er, at í grein §6, stk. 4 í lógaruppskotinum til broytingar í løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv í sambandi við lógarbundnar uppgávur stendur: Fuglafjarðar- og Eystur kommuna hava, um tær sjálvboðið hava avtalað at leggja saman, áðrenn freistin í stk. 1 er farin, valfrælsi, hvørt tær saman verða verandi sjálvstøðug kommuna, ella skulu verða partur av eind 2 í § 2, stk , nr. 2.
Við øðrum orðum, so verða tað Fuglafjarðar- og/ella Eystur kommuna, sum koma at gera av, hvørt Eysturoyggin verður ein ella tvær kommunur. Tað kann ikki vera rætt, at hinar kommunurnar, sum nevndar verða í §2, eind 2, t.e. Sjóvar-, Nes- og Runavíkar kommuna ikki verða tiknar við í hesi stóru avgerð. Tað er púra sjálvsagt, at allar hesar fimm kommunurnar eiga at sleppa at siga sína hugsan um hetta – alt annað er púra burturvið.

Tað seinna er, at røddir, serliga í Norðuroyggjum, eru nú frammi um, at Fuglafjarðar- og Eystur kommuna eiga at leggja saman við Norðuroyggjum. Hetta kann undir ongum umstøðum góðtakast. Runavíkar kommuna sær, í fyrsta lagi, Skálafjørðin sum eina náttúrliga kommunueind og í øðrum lagi alla Eysturoynna. Eysturoyggin er ein náttúrlig geografisk eind og harafturat hoyrir økið frá Skipanesi og til Skálafirðar til Eysturkommunu. At partur av Skálafjørðinum skal leggjast til Norðuroyggjar, ber snøgt sagt ikki til og verður heldur ikki góðtikið av okkum.

Spennandi verður hjá okkum kommunalpolitikarum at fylgja við, hvussu leikur fer, tá tingið kemur saman á Ólavsøku og lógaruppskotið um kommunala umskipan verður lagt fram og viðgjørt.

Magnus Rasmussen
borgarstjóri
Runavíkar kommuna