HEIM
24.06.2008

Kommunusamanlegging millum Funnings- og Runavíkar kommunu.

Hósdagin 26. juni 2008 kl. 17.30 verður sáttmálin um kommunusamanlegging millum Funnings kommunu og Runavíkar kommunu undirskrivaður í býráðssalinum í Saltangará.

Samanlegging verður veruleiki 1. januar 2009

14. nov. 2006 var vegleiðandi fólkaatkvøða í Funningi um samanlegging av kommununi við aðra kommunu og var stórur meiriluti var fyri at leggja kommununa saman við Runavíkar kommunu.

Kommunurnar hava síðan samráðst um sáttmálan sum verður undirskrivaður hóskvøldið.

Kommunurnar fara fram til samanleggingina at virka í tøttum samstarvi.

Samlaða fólkatalið í hesum báðum kommunum er 3.760 fólk.