HEIM
27.11.2007

Kommunurnar felags journalskipan

Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag hava saman sett arbeiðsbólk, ið skal gera felags journalplan til kommunurnar.

Kommunurnar ásanna, at tað er stórur fyrimunur við felags journalplani, so at skráseting og eyðmerking av málum og skjølum í kommunalu fyrisitingini verður eins í øllum kommununum.

Journalplanurin verður týðandi lykil til søgugransking í framtíðini. Journalplanurin verður eisini grundarlag fyri at seta í verk talgilda fyristing. Og harumframt er felags journalplanurin við til at styrkja kommunalu fyrisitingarnar til at taka ímóti fleiri uppgávum frá landinum.

Í arbeiðsbólkinum sita umboð fyri KSF, FKF, kommunur og Landsskjalasavnið, ið vegleiðir og veitir ráð. Eftir ætlan skal arbeiðið verða liðugt komandi vár.

Kelda: Kommunusamskipan Føroya