HEIM
08.02.2012

Kommunalur vinnufundur í Løkshøll

Runavíkar kommuna bjóðar til vinnufund
Sum liður í arbeiðnum við at skapa eitt miðvísari samskifti millum vinnu og kommunu, skipar Runavíkar kommuna fyri kommunalum vinnufundi í Løkshøll fríggjadagin 10. februar kl. 13.00 – 17.00.

Runavíkar kommuna vónar, at vinnurekandi í kommununi (í mesta lagi 2 umboð frá hvørjum felag) hava møguleika fyri at luttaka á hesum vinnufundi, sum hevur til endamáls, at skapa eitt forum, har vinnulívið í kommununi møtist.

Neyðugt við tilmelding!
Luttøka skal fráboðast hjá VRG á tel. 666600 ella á telduposti vrg@vrg.fo í seinasta lagi mikudagin 8. februar kl. 16.00.

Sí skránna við at trýsta á pdf fílin niðanfyri!

Blíðar heilsur

Magnus Rasmussen
borgarstjóri

Attachment1: http://www.runavik.fo/Data/Register/0CAD447D-7512-4D78-91F1-F8E935EB9824/FB232055-057F-4B11-9A9E-3B77CB925C29/D55B14E4-C8C3-4794-BAF6-1C82C44CECD1.pdf