HEIM
02.01.2020

Kommunal kunning við ársskiftið 2019/20

Nú vit fara um ársskiftið 2019/20, hevur verandi býráð sitið fyri umboðandi valdinum í trý ár, og hartil er fíggjarætlan eisini løgd og samtykt fyri seinasta árið í valskeiðnum – FÆ2020. Tí ber longu nú til at gera eina varisliga meting um valskeiðið, hóast kommunuval ikki verður hildið fyrrenn hin 10. november, og eitt nýtt býráð eftir tað verður sett fyri valdinum um júst eitt ár.

Føroyska samfelagsskútan hevur siglt í undangongu hesi seinastu árini – við lotinum aftan tvørs og magnfullum viðráki - og sæst hetta aftur í flestu kommunukassum. Inntøkurnar hava verið væl størri enn fíggjarætlað hevur verið. At vinnan eisini hevur siglt í undangongu, at arbeiði er til allar vinnuførar hendur og at fólkatalið er vaksandi, sæst aftur í peningaumfarinum hjá einari kommunu. Tá er tíðin at styrkja og stovnsfesta – at konsolidera megina til lakari tíðir, sum vit við vissu vita fara at koma.

Tað er nógv um at fara í einari kommunu, sum røkkur úr Æðuvík til Funnings og av Skála til Lamba. 15 bygdir og 4.150 borgarar. Raksturin er galdandi fyri allar borgarar og setir okkum øll javnbjóðis í mun til kommununa, líkamikið hvar í kommununi vit hava sett okkum niður. Íløgurnar hinvegin mega skipast soleiðis, at sum mest fæst burturúr. Fyri at áhaldandi menning skal vera, er neyðugt at halda fast um ein býtislykil – í okkara føri 70/30 – millum rakstur og íløgur. Ein kommuna í hesari støddini fær ikki gjørt meiri enn eina trivaliga íløgu í senn. Á myndini niðanfyri síggjast sveipini í búskapinum, táið størri íløgur eru gjørdar. Skúlin við Løkin, Bylgjan, avleiðingarnar av yvirtøkuni av eldraøkinum, útfylling og gerð av bryggju á Bakka, vatntøka av Skála og nýggj bryggja undir Høgabóli. Her eru bert nevndar íløgur, størri enn at tær rúmtust í einum einsamallum fíggjarári. Hópur av øðrum íløgum eru gjørdar, eitt nú í vallarljós á Skála og í Runavík, bert fyri at nevna tveir lutir úr eini stórari rúgvu – kostnaðurin fyri hesar báðar verkætlanirnar var á leið 10 mió. kr. tilsamans.

Skattaprosent og SPJALDUR
Tað er ongin loyna, at líkningarprosentið hevur verið lutfalsliga høgt í Runavíkar kommunu. Í mong ár hevur skattaprosentið verið 22% - millum tey hægstu í landinum. Tvær av orsøkunum kunnu vera, at stórar íløgur eru gjørdar fyri at nøkta einum vaksandi tørvi á fleiri økjum, og at kommunan er øðrvísi samanskrúvað landafrøðiliga enn flestu aðrar kommunur. At fara um 15 bygdir dag og dagliga, sum strekkja tað mesta av næststørstu oyggj landsins, er sjálvandi tyngri fíggjarliga enn at fáast við ein bý, sum liggur í einum og sama potti. Eitt annað høpi, sum rakti Runavíkar kommunu væl harðari enn aðrar kommunur, er eldraøkið, sum síðani útleggingina hevur kostað kommununi áleið 1½ skattaprosent um árið - umframt afturberingina frá landsmyndugleikanum. Eitt tekn um ein burtur úr lagi skilaleysan afturberingarlykil, sum ongin enn hevur megnað at broytt inn á eina rættvísari kós.

Sitandi býráð hevur við fíggjarætlanini fyri 2020 tikið avgerð um at lækka skattaprosentið við ¼% niður á 21¾%. Samstundis varð gjørt av at veita øllum børnum og ungdómum millum 6 og 18 ár eitt frítíðarkort – rópt SPJALDUR – á 2 túsund krónur í eini royndartíð í 2020. Í løtuni eru tey áleið 700, sum eru í hesum aldrinum. Hetta svarar til umleið ¼% í skattinum - tí ber til at siga, at býráðið hevur minkað um inntøkuna við áleið einum hálvum skattaprosenti. Barnafrádrátturin er hin sami – 8.000 krónur – millum teir hægstu í Føroyum, og ansingargjøldini eru tey somu sum vóru galdandi í 2019.

Myndin niðanfyri sýnir, at búskaparstøðan hjá kommununi er rímiliga góð. Skuldin liggur nú um 58% av einari álíkning (sum svarar til 23% - reyða strikan). Ein orsøk til støðuna er sjálvandi, at inntøkurnar hava verið óvanliga stórar í einum vaksandi hákonjunkturi í fleiri ár, og í størst møguligan mun hevur sitandi býráð lagt seg eftir at halda rakstri og íløgum innanvert egna uppdrift – at virka við verandi inntøkum og at gjalda niður av skuldini. Ein partur av hesi mannagongd er sjálvandi eisini, at nakrar stórar íløgur liggja fyri framman, sum fara at leggja trýst á kommunukassan tey næstu árini. Útstykkingar, svimjihøll, skúlar, ansingarstovnar, Fjøruvegurin, miðbýarætlan, havnaútbyggingar – bara fyri at taka nakrar lutir úr eini stórari rúgvu.

Politikkur og umsiting snýr seg um at fara væl um tað sum er rokkið, og at fyrireika framtíðina so skilvíst sum gjørligt. Tað snýr seg eisini um at finna eina javnvág ímillum tað, sum verður kravt inn í skatti, og tað sum skal til av fyritreytum, undirstøðu og felagsognum, fyri at lokalsamfelagið skal trívast og standa seg í mun til onnur økir í landinum.

Runavíkar kommuna er triðja størsta kommuna í landinum. Fólkatalið er tíbetur vaksandi, og er fýra tey seinastu árini vaksið við 245 fólkum. Serliga tvey tey seinastu árini hevur fólkavøksturin rættiliga tikið dik á seg við 220 fólkum, og er fólkatalið nú komið uppá 4.150. Ætlast kann, at serliga tvær orsøkir eru til vøksturin: Munandi útstykkingar í fleiri bygdum, og tað, at koyrandi verður undir Tangafirði um eitt lítið ár. Hendan seinri nevnda orsøkin fer á mangan hátt at gerast eitt paradigmuskifti, ikki bara ferðsluliga, men helst mest tí at Skálafjørðurin og høvuðsstaðurin bræða saman í eitt stórt miðstaðarøki, har meiri enn helmingurin av landsins íbúgvum búleikast. Tað er ilt at siga, hvussu hetta skiftið fer at broyta viðurskiftini báðumegin við tunnilin, men avgerandi er, fyri báðar partar, at Runavíkar kommuna ikki gerst ein sovibýur undir liðini á Tórshavn, men heldur leggur fæ í trivnaðartilboð - til tess at halda fast í verandi fólkavøkstri, við tí í huga, at tvey dynamisk øki vanliga stimbra hvørøðrum í menning. Runavíkar havn fær eisini eina øðrvísi plasering, eftir at koyrandi er undir Tangafirði, henni kann væntast ein vøkstur, sum aftur gevur okkum nakrar ferðsluligar avbjóðingar, soleiðis, sum ferðsluundirstøðan er skipað í løtuni. Samband er nú fingið við landsmyndugleikan um hesi viðurskifti og á løgtingsfíggjarlógini 2020 eru 11 mió. kr. settar av til endamálið. Meirilutin í fíggjarnevnd løgtingsins mælir eisini til, at ein verklagslóg verður gjørd fyri Fjøruvegin í samstarvi millum Runavíkar kommunu og Føroya landsstýri og upphæddin á kontuni er C-áteknað.

FÆ2020
Kommunalar fíggjarætlanir skulu vera avgreiddar og tøkar hjá landsmyndugleikanum um mánaðarskiftið november/desember á hvørjum ári. Vanligt er tí, at farið verður undir at snikka eina fíggjarætlan saman stutt eftir ólavsvøku. Eftir væl av fyrireikingararbeiði fekk FÆ2020 sína fyrstu viðgerð á almenna býráðsfundinum hin 31. oktober 2019. Onnur viðgerðin var hin 26. november 2019. Í stórum drøgum kann sigast um hana, at hon javnvigar við 228 mió. kr., raksturin veksur við 4,99%´um í mun til 2019, 51,4 mió. kr. eru settar av til íløgur og ætlanin er ikki at taka upp lán. Harafturímóti er ætlanin at gjalda skuldina niður við 10,2 mió. kr. í 2020. Sum búskaparligt høpi er Runavíkar kommuna nú vorðin so stór, at hon umsitur fyri meiri enn eina milliard í einum valskeiði og árligi lønarkostnaðurin er omanfyri 80 mió. kr. 180 ársverk eru í kommunala kervinum umframt nøkur, sum selja sín førleika til kommununa, táið hon hevur tørv á hesum.

Inntøkurnar eru í 2020 settar til 228 mió. kr.

Raksturin er í 2020 settur til 161,4 mió. kr. Hann er skipaður soleiðis út á ymsu økini:

Kommunal fyrisiting15.200.000 kr.
Almannamál59.465.000 kr.
Børn og ung35.099.000 kr.
Undirvísing14.277.000 kr.
Mentamál12.359.000 kr.
Teknisk mál17.156.000 kr.
Kommunal virki7.844.000 kr.

Havnirnar í Runavíkar kommunu (vanliga róptar Runavíkar havn) eru partar av seinasta økinum - kommunalum virkjum - og væntast at geva 6,714 mió. kr. í nettoyvirskoti av rakstri sínum í árinum 2020.

Umframt rentur av lánum, rentustuðul og avlop verða íløgur gjørdar fyri 51,4 mió. kr.

Íløgur 2020
Av ætlaðum íløgum omanfyri 1 mió. kr. kunnu nevnast umbygging av nýggjum Ráðhúsi (2,0), íløgur í Roðan (4,3), Svimjihøllin (3,3), Gula smiðja (2,0), ábøtur og umvælingar av bygningum (6,0), vetrarfriðing í Funningsfirði (1,0), miðbýarætlan (3,0), útstykkingar (8,5), kirkjugarðar (2,0), vatnverk í Oyndarfirði (3,0), spillivatnsætlan (3,8), akfør og maskinamboð (1,0), havnarútbygging og rampa (2,0) og landstreymur (1,5).

Harumframt eru fleiri smærri og størri íløgur settar á skrá kring um í kommununi við upphæddum frá 150 túsund krónum upp til eina millión krónur.

Til ber ikki at nevna alt virksemi í einum tíðindastubba, men burturúr rúgvuni ber til at taka staklutir burturúr, sum arbeitt hevur verið við og sum okkurt verður at frætta um í 2020 og longur fram í tíð.

Svimjihøllin

Longu táið fyrsti býarplanurin var gjørdur fyri økið, fyri nærum 60 árum síðani, var ein svimjihylur ætlaður inn í økið. Fleiri royndir hava verið gjørdar síðani tá, men tær kollsigldu allar, helst tí at aðrar verkætlanir høvdu meiri skund enn svimjihøllin. Ferðin í vøkstrinum hevur verið skjótari enn fíggjarliga tærið, bløðkan vaks skjótari enn rótin, og ikki fyrrenn nú hómast ein møguleiki fyri, at ein svimjihøll í Runavík kann gerast veruleiki. BBP-Arkitektar vunnu arkitektakappingina – sama felag sum teknaði Bylgjuna – og sáttmáli er undirritaður við viðkomandi felag um at neyvætla skitsuprosjektið. Hetta verður væntandi liðugt í mars mánaða 2021. Higartil hevur býráðið bert samtykt, at verkætlanin skal neyvætlast, tí skal ein nýggj býráðssamtykt til fyri at byggingin av svimjihøllini kann bjóðast út. Harvið liggur hetta málið nú í hondunum á býráðnum, sum kemur at sita fyri valdinum eftir árskiftið 2020/21, og sum verður valt á býráðsvalinum hin 10. november 2020. Kostnaðurin fyri svimjihøllina er mettur til áleið 100 mió. kr., táið allir snøklarnir eru innanfyri lúnningina. Verður hon boðin út á vári 2021, kann svimjihøllin standa liðug báðumegin við ársskiftið 2022/23. Í sama viðbragdi arbeiðir kommunan við einari hitaloysn, har vatnið úr Eysturoyartunlinum skal brúkast sum kelda til m.a. at hita upp svimjihylin og høllina.

Ráðhúsið

Í 2019 keypti Runavíkar kommuna bygningin hinumegin vegin frá Betri. Kostnaðurin var 14,6 mió. kr. Ætlanin er at flyta alla umsitingina omanum vegin og síðani at selja verandi Ráðhús. Býráðið var komið til ta niðurstøðu, at eitthvørt mátti henda hesum viðvíkjandi, tað ber illa til at hava trivnaðardeild, mentanardeild, fíggjardeild, bókhald, fólkayvirlit, kantinu og partar av teknisku deild úti undir væðingini á triðju hædd í einum bygningi. Tá ið ongin lyfta er heldur, gerst trupulleikin tað verri. Kunningarstovan leigaði seg inn á miðhæddina í tryggingarbygninginum á vári 2018, og tvey onnur leigumál eru í húsinum. 2 mió. kr. eru settar av í 2020 til tess at innrætta bygningin til nýggja tørvin. Alternativið til keypið hevði verið eitt nýtt ráðhús, men íløgurnar frammanfyri okkum eru somikið stórar, at tann møguleikin liggur longur frammi í tíðini. Hartil liggur keypti bygningurin í býarinnar kjarnu - miðbýnum.

Gula smiðjan
Runavíkar kommuna hevur í nøkur ár átt Runavíkar Mekaniska Verkstað og grundøkið norðanfyri smiðjuna, sum í mong ár fyri tað nógva hevur gingið undir heitinum Gula smiðjan. Hóast onki hevur verið gjørt við málið, so hevur tað líkasum ligið í luftini, at onkur aktivitetur skuldi fáast inn í bygningin, alternativið var at taka hann niður. Arbeitt hevur verið við málinum, og táið miðbýarætlanin kom í eyga, gjørdist Smiðjan ein partur av henni. Nú er ætlanin, at hon verður eitt aktivitetshús, ein skipaður savningarstaður hjá ungdómum og teimum eldru, táið tey hava tørv á hesum. Útlitini fyri at røkka einum endaligum úrsliti lógu nøkur ár frammi í tíðini, men seinasta heyst kom Kongshavnar Kvinnufelag kommununi – ella rættari ungdóminum – til hjálpar við einari gávu á 2½ mió. kr. Tí røkist tað nú fyri, at Gula smiðjan kann gerast liðug í hesum árinum, undir øllum umstøðum er nú ongin fíggjarlig forðing fyri, at málið kann røkkast og undgómurin fær ein møguleika, sum hann ikki hevur havt síðani Losjan Skjøldur og Glyvra Bio endaðu sítt virksemi fyri mongum Harrans árum síðani.

Miðbýarætlan og Fjøruvegurin
Longu táið býarætlan var gjørd fyri økið fyri nærum 60 árum síðani varð roynt at skipa ein miðbý í økinum, kortini mega vit staðfesta, at eisini hendan royndin kollsigldi ferð eftir ferð. Fleiri ógviliga ymisk uppskot hava ligið á borðinum ígjøgnum tíðirnar, men táið verandi býráð tók við fyri trimum árum síðani, settu vit okkum fyri, at gera nakað við málið um at fáa skipaðan ein miðbý. Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, varð biðin um at koma við einum uppskoti, sum tað nú verður arbeitt eftir. Nakað av peningi verður settur av á hvørjum ári til endamálið og hetta sæst longu aftur í økinum. Helst kennist tað ið so kaotiskt, meðan arbeitt verður við málinum, men hetta fer at laga seg, táið arbeiðið er liðugt. Í hesum sambandi eigur nógv umrøddi Fjøruvegurin at vera nevndur. Tað verða løtur, táið býurin ikki fer at svølgja ferðsluni, eftir at Eysturoyartunnilin verður opin fyri almennari ferðslu. Tað er øllum kunnugt. Kortini eru til- og frákoyringarnar ikki ein partur av tunnilsætlanini/lógini. Hvørki hesumegin ella á Streymoyarlandinum. Nýsamtykta løgtingsfíggjarlógin gevur kortini ta vón, at landsmyndugleikin hevur ásannað, at hann eigur at gerast partur av einari loysn á ferðsluligu avleiðingini, nú títtleikin fer at vaksa munandi. 11 mió. kr. eru settar av til innkomuvegin í Runavík. Nú skal ein neyvætling gerast, kommuna og land mega finna eina semju um gjaldsbýtið, og vissa má umvegis eina verklagslóg fáast fyri at verkætlanin verður gjørd liðug.

SPJALDUR
Frá ársskiftinum var skipanin virkin. Longu í fyrireikingini til FÆ2020 vann uppskotið frama, og umsitingin hevur saman við KT-fyritøkuni Formula kýtt seg fyri at fáa hana at virka frá ársskiftinum. Tað eydnaðist, og nú ber til hjá øllum frá 6 til 18 ára aldur at brúka tvey túsund krónur til lima- og brúkaragjøld í felagsskapum, sum Runavíkar kommuna longu hevur gjørt avtalu við um skipanina. Skipanin verður endurskoðað seinri í ár og skipað samsvarandi hesum í fíggjarætlanini fyri 2021, sum verandi býráð skal avgreiða, hóast tað verður eitt annað og nývalt býráð, sum skal virka samsvarandi tí samtyktini. Alternativið er, at nývalda býráðið broytir FÆ2021 eftir at tað hevur tikið við valdinum um eitt ár. Meiri fæst annars at vita um SPJALDUR-skipanina inni á heimasíðuni hjá kommununi.

Søgan um Runavíkar kommunu
Helgi Jacobsen, rithøvundur og journalistur, hevur í rúma tíð arbeitt við at skriva søguna um Runavíkar kommunu. Heitt varð á hann um at fara undir hetta, eftir at býráðið hevði samtykt at fara undir ætlanina. Hann er nú komin so væl áleiðis, at søgan kann leggjast fram í bók einaferð seinri í ár. Meiri verður at frætta um hetta nakað fram á árið.

Samstørv
Hóast vit búgva og virka í einum øki, har ið kommunur eru gingnar sundur, bæði eystan- og vestanfyri við Skálafjørðin, so hevur tað ikki staðið á at samstarva um kommunumørk kortini. Um sløkkilið, heilsudepil, musikkskúla, skúlaskap, barnavernd, eldraøki etc.

Eftir ein óvanligan vøkstur í útreiðslunum til Barnaverndina við Skálafjørðin, settu borgarstjórarnir og formenninir í trivnaðarnevndunum í teimum trimum kommununum seg saman, fyri at fáa ein nýggjan bygnað upp at standa, m.a. fyri at steðga einum óvanligum útreiðsluvøkstri, sum ongin tóktist hava tamarhald á. Útreiðslan vaks við millum 7 og 8 mió. kr. frá 2012 til og við 2016, táið nýggi bygnaðurin við einum sjálvstøðugum leiðara varð settur í verk. Síðani hevur útreiðslan stabiliserað seg og væl tað, sum myndin omanfyri sýnir.

Viðvíkjandi eldraøkinum er Runavíkar kommuna tann kommunan av øllum, sum kom at standa ringast fyri á fíggjarliga mótinum. Fyri at fáa javnvág í ognarviðurskiftini við hinar báðar kommunurnar í samstarvinum (Roðin) keypti Runavíkar kommuna partar av Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi fyri 28,7 mió. kr. Umframt tað hevur kassin hjá kommununi síðani borið hesar útreiðslurnar (2020 incl.) umframt afturberingina frá landinum:

20154,100 mió. kr.
20166,200 mió. kr.
20177,200 mió. kr.
20188,000 mió. kr.
20198,700 mió. kr.
202011,700 mió. kr. (FÆ2020)
Total45,900 mió. kr.

Harvið hevur eldraøkið kostað Runavíkar kommunu 74,6 mió. kr. frá 1. januar 2015 til og við 31. desember 2020. Hóast hetta er ongin ætlan um at slaka í tænastu og tilboðum til okkara eldru borgarar, teir sum hava stríðst fyri at vit eiga tað góða samfelagið, tvørturímóti hava kommunurnar samtykt at fara undir eina umbygging á Ellisheiminum í Runavík. Higartil hevur kapasiteturin annars verið nóg stórur, og ongir bíðilistar eru hjá Roðanum í løtuni samsvarandi visitatiónskrøvunum, sum eru galdandi.

Annars er tað at siga, at samstørvini um kommunumørk á ymsu mótunum hava gingið fyrimyndarliga.

Runavíkar havn
Síðani 2010/11 hevur verið framgongd í aktivitetunum hjá Runavíkar havn. Inntøkurnar hava verið hareftir. Bruttovinningurin er farin úr sløkum 7 mió. kr. fram ímóti 22 mió. kr. í 2019, sum er eitt mett tal við ársenda. Nettoúrslitið í 2019 fer at vera áleið 11,5 mió. kr. Í 10 ár (2010 – 2019) hevur nettoúrslitið tilsamans verið 58,204 mió. kr. At nýggj bryggja er gjørd undir Høgabóli sæst aftur í fíggjarligu gongdini. Annars er gevandi virksemi í Funningsfirði, á Skála, í Søldarfirði, á Glyvrum og í Runavík/Saltangará. Runavíkar havn varðar eisini av lendingum, støðum og bátahyljum í øllum bygdunum í Runavíkar kommunu.

Eftir at tey stóru skipafeløgini riggaðu siglingina av uppá Runavík, og sigling til og frá Føroyum varð miðsavnað í Tórshavn, gekst illa í hond hjá Runavíkar havn. Virksemið fall, og inntøkurnar fóru sama vegin. At allur inn- og útflutningur landsins skuldi um bryggjukantin í høvuðsstaðnum, rakti allar hinar stóru havnirnar í landinum, og umframt brúgva- og havnagjøldini vóru tað serliga vørugjøldini sum hvurvu tilsvarandi úr búskapinum hjá øðrum havnum kring landið.

Tað hevur eydnast at kompensera fyri hendan missin við aðrari ferðslu, men gjaldið fyri vøru sum fer um bryggjukantin, vørugjøldini, fingu vit ongan lut í aftur, hóast kommunurnar kring landið hava brúkt nógvan pening fyri at tryggja infrakervið undir framleiðsluni til útflutnings. Frekvensurin er nú so títtur við bryggjurnar við Runavíkar havn, at vøksturin fer at flata út, um tann horvni parameturin, vørugjøldini, ikki fáast innaftur í kabalina.

Nú Runavíkar havn fær eina heilt nýggja strategiska plasering í landinum um eitt ár, hevur nakað av áhuga verið fyri henni sum farmahavn aftur. Nógv samskifti hevur verið við fleiri partar, men enn er ov tíðliga at siga, um nakað av hesum verður egg ella ungi. Tað frætta vit helst meiri um fram ímóti várinum.

Á fíggjarætlanini fyri í ár eru settar av 1½ mió. kr. til landstreym til skip. Á markamótinum millum skipaferðslu og borgarar er tað alkent í almenna rúminum, serliga eftir at felagsskapurin Heimafriður varð stovnaður, at tað í førum verður gingið borgarunum ov nær. Runavíkar havn eigur tí at gera alt fyri, at ferðslan er til so lítlan ampa sum gjørligt – og til tað endamálið er játtan sett av til landstreym, sum er ein partur av tilgongdini til eina friðarligari havn.

Samanumtøka

Búskapurin hjá einari kommunu stendur fyrst og fremst á skattainntøkunum frá borgarunum. Harnæst frá afturberingini til eldraøkið, nakað av felagsskatti og í okkara føri inntøkunum frá Runavíkar havn. Sum sæst á myndini omanfyri setti skattainntøkan aftur met í ár. 10,58% - ella 16,374 mió. kr. - omanfyri tað sum mett var í FÆ2019.

Nú hevur uppgangandi sveipið í fíggjarligu gongdini vart somikið leingi, at grund er til at halda, at støðan fer at stabilisera seg, ella kanska skulu vit rokna við eini lítlari afturgongd. Onki er vísari enn tað, at trøini vaksa ikki inn í himmalin, heldur ikki tey búskaparligu trøini. Tí hevur býráðið fíggjarætlað so varisliga, at mettu inntøkurnar fyri 2020 eru næstan 3,8 mió. kr. lægri enn veruliga inntøkan í 2019. Grøna strikan á myndini er metta inntøkan fyri 2020.

2020 verður eitt øðrvísi ár, mest tí at tunnilin undir Tangafirði verður tikin í nýtslu. Sjálvandi fara nakrar broytingar at henda, økini fara í brigdum at skipa seg á annan hátt, men Skálafjørðurin og Suðurstreymoy standa væl í mun til hvørannan á tann hátt, at vinnulívið í størstan mun er okkara lunnur, meðan Havnin er umsitingarbýurin hjá øllum føroyingum. Sambandið millum økini hevur altíð verið sera gott, og Eysturoyartunnilin er í stóran mun eitt framhald av tí skipaðu ferðslu, sum Thorshavns Mælkeforsyning & Margarinefabrik byrjaði longu í 1908 - fyri skjótt 112 árum síðani.

Ein kommuna er fyrst og fremst eitt høpi, sum skal skipa fyritreytirnar og undirstøðuna hjá borgarunum og lokalsamfelagnum á grundleggjandi mótum. Tað er borgarin sum eigur kommununa, tí skal fæ hansara brúkast til rakstur av neyðugum funktiónum og til íløgur í mennandi átøk á trivnaðarmótinum og á vinnuøkinum. Tað er íløgan sum sleipar okkum upp á eitt hægri stig, tí er alneyðugt at halda fast um, at ein trivaligur partur av inntøkunum fara í nýggjar íløgur og ognir.

Tað sær bara væl út fyri Runavíkar kommunu. Tað hevur verið nógmikið at taka sær til – og frekvensurin verður ikki lakari við teimum avbjóðingum, sum longu síggjast í havsbrúnni.

Við hesum orðum fari eg at takka borgarum okkara fyri árið sum fór - og at ynskja tykkum øllum eitt av Harranum signað nýggjár.

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri