HEIM
23.10.2014

Klovnaleikurin Terry´sa saga vitjar í Løkshøll

Í kvøld, hóskvøld 23. oktober klokkan 19.30, verður sera væl umtókti klovnaleikurin Terry´sa saga framførdur í Løkshøll. Leikurin er um Føroyingasøgu, og er ætlaður vaksnum.

Hvat hendir um ein klóvnur fær til uppgávu at lýsa føroyska samleikan? Terry leggur tingini á borðið, og leiðir okkum ígjøgnum okkara egnu søgu. Hann greiðir okkum frá, hvat stendur skrivað millum linjurnar. Og hann vísir okkum hvørjar smálutir vit ikki hava varnast fyrr. Eisini fáa vit at vita, hvørji súmbol, vit áður hava misskilt. Í stuttum verður føroyski samleikin eltur, snaraður, tugdur og sniffaður í hesum lívsjáttandi ´flennifesti´, har eingin sýning er eins, og hvør einasta løta óforútsigilig.

Tað er Kjartan Hansen, sjónleikari, sum spælir leikin. Hann hevur ferðast land og ríki runt við leikinum síðani í summar. Allastaðni, har hann hevur vitjað, hevur hann fingið framúr góð ummælir.

Frumframførslan var í Fjósinum á G!festivalinum í ár. Tá skrivaðu fjølmiðlar, at fólkini sótu og hildu ondini meðan klovnurin Terry greiddi frá, hvussu Tróndur í Gøtu og aðrar hetjur úr Føroya søgu bóru seg at. Eisini varð nógv flent, meðan klovnurin Terry lívliga undirhelt fjøldina.

Atgongumerkir til leikin kosta kr 100,- og kunnu keypast í forsølu á www.loksholl.fo. Eisini ber til at keypa atgongumerki á bókasavninum ein tíma undan sýning.

Tað er samstarvið millum Bókasavnið við Løkin og Løkshøll, sum skipar fyri hesum tiltaki. Eins og til hini tiltøkini á mentanarvikuni, so verður gingið inn gjøgnum bókasavnið, har ein hugnalig kafé letur upp ein tíma áðrenn tiltøkini byrja. Á bókasavninum er eisini eitt Mumi-land og málningaframsýning við myndum hjá 4 ymiskum listafólkum.

Meira kann lesast á www.lokin.fo

EksternLeinkja1: http://www.lokin.fo