HEIM
15.07.2015

Klassisk konsert í Runavík

Fríggjakvøldið 17. juli klokkan 20.00 vitja Summartónar aftur á Bókasavninum við Løkin. Hetta er tann fjórða av fimm konsertum í summar. Hesuferð er tað Heiðrun Petersen á violin og Jóhannes Andreasen á klaver. 

Tey fara at spæla verk hjá Brahms, Tróndi Bogasyni og Debussy.

Heiðrun og Jóhannes eru bæði millum okkara fremstu tónleikarar. Jóhannes er tann meira royndi ímeðan Heiðrun er eitt yngri talent. Heiðrun Petersen fór at spæla violin sum 7 ára gomul hjá Sámali Petersen á Tórshavnar Musikkskúla. Hon hevur tikið masterprógv í violinspæli á kongaliga danska musikkkonservatoriinum í Keypmannahavn, og er nú í gongd við solistútbúgving innan kamar-tónleik. Hon hevur fingið undirvísing frá so navnframum tónleikarum sum Alf Richard Kraggerud, Milan Vitek og Gerhard Schulz. Umframt at spæla violin í síni egnu strúkikvartett Nordic String Quartet spælir Heiðrun regluliga við ymsum professionellum symfoniorkestrum í Norðurlondum.

Jóhannes Andreasen hevur í fleiri ár verið ein av okkara fremstu klassisku tónleikarum. Hann hevur útbúgving bæði úr Wien og London. Dagliga undirvísir hann í klaverspæli samstundis sum hann hevur regluliga konsertir. Herfyri hevur hann t.d. spælt allar klaversonaturnar hjá Mozart.

Konsertin á bókasavninum byrjar klokkan 20.00.
Atgongmerki kostar einans 50 krónur. Og bókasavnið bjóðar drekkamunn.

Øll eru hjartaliga vælkomin til eina hugnaliga tónleikaløtu á Bókasavninu við Løkin.

Meira kann lesast um bókasavnið og summarkonsertirnar á heimasíðuni www.lokin.fo