HEIM
03.02.2010

Klaks”ingar halda fram í Løkshøll

Eftir at um leið 700 fólk sóðu skemtileikin Stundum stundum ikki í seinastu viku, heldur Klaksvíkar Sjónleikarafelag fram við sýningunum í Løkshøll. Sýningarnar hesa vikuni eru hvønn dag frá hóskvøldinum til sunnudagi. Myndir og meir um sýningarnar sæst á www.kls.fo .
Atgongumerkini kunnu keypast á www.nhl.fo , á kunningarstovunum í Tórshavn, Runavík og Klaksvík, og við dyrnar hálvan tíma undan hvørji sýning.
---
Við íslendska leikstjóranum Sagu Jónsdóttir er ikki at taka seg aftur í at vit hava fingið hendur á sera góðum leikstjóra. Saga hevur valt sær eina góða blanding av royndum og evnaríkum leikarum.
Tá góðir leikarar undir framúr góðum umstøðum framføra ein rættiliga skemtiligan skemtileik kunna fólk njóta løtuna í Løkshøll.
Runavíkar kommuna kann verða stolt av at hava fingið eitt mentanarhús, sum sera væl eygna til sjónleik. Ljóð- og ljósgóðskan er fantastisk og umstøðurnar hjá áskoðarunum eru góðar!

Klaksvíkar Sjónleikarafelag