HEIM
03.06.2013

Kjakfundur um børn og brek í Løkshøll 3. juni kl.18.00

Mánakvøldið 3. juni skipar Ráðið fyri brekað fyri kjakfundi í Løkshøll í Runavík. Landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, luttekur á fundinum.

- Hvussu liva vit upp til grein 7 í breksáttmálanum, sum er um at verja børn, sum bera brek? Hvar er røddin hjá barninum, ið ber brek? Hvørjar styrkir, veikleikar og møguleikar kunnu hesi børn hava, og hvussu kann nýggja almennaverkið taka ímóti børnum, ið bera brek?

Hetta er nakrir av spurningunum, sum verða umrøddir mánakvøldið 3. juni í Løkshøll, har Ráðið fyri brekað skipar fyri kjakfundi.

Høvuðsevnið er grein 7 í breksáttmálanum, sum snýr seg um at verja børn, ið bera brek. Børnini skulu kunnast um og vita, at tey hava sama rætt sum onnur børn, at tey altíð skulu sleppa at siga sína meining um mál, sum viðvíkja teimum, og at tá mál um børn verða viðgjørd, eigur tað at verða gjørt soleiðis, at atlit altíð verður tikið til, hvat er best fyri barnið.

Vit vita væl, at tað er sera ymiskt hvussu børn, ið bera brek, koma til orðanna. Tað er ymiskt hvørjir førleikar tey hava, og tað er ymiskt hvørjar umstøður tey hava. Tað er skyldan hjá samfelagnum at bera so í bandi, at øll børn, ið bera brek, verða vard. Tað hevur Føroya Løgting samtykt og ynskir, at soleiðis skal vera fyri øll børn í Føroyum, ið bera brek.

Børnini hava alt lívið frammanfyri sær og skulu tí hava bestu umstøður at vaksa upp, soleiðis at tryggjað verður, at tey fáa eitt gott og innihaldsríkt lív.

Attachment1: http://www.runavik.fo/Data/Register/0CAD447D-7512-4D78-91F1-F8E935EB9824/FB232055-057F-4B11-9A9E-3B77CB925C29/28E40370-5E48-4BB1-998F-1F8CD601A0CD.pdf