HEIM
15.06.2015

Kjak um samleika og samanhald

25 borgarar úr Runavíkar kommunu tóku lut í verkstovu á Bókasavninum við Løkin mikukvøldið 20. mai 2015. Evnið var kommunalur samleiki og samanhald millum bygdir og borgarar. Luttakararnir vóru innbodnir og tilvildarliga útvaldir, og eydnaðist tað at fáa umboð fyri 14 av 15 bygdum; bara Skipanes manglaði. Eisini var javnvág millum kvinnur og menn, bæði yngri og eldri. 

Evni er sera viðkomandi í Runavíkar kommunu, sum er vaksin nógv í fólkatali og vídd tey seinnu árini, orsaka av kommunusamanleggingum. Tískil er tann kommunali samleikin og samanhaldið sjálvsagt ein avbjóðing í kommununi.

Fundurin var skipaður sum ein verkstova har luttakararnir viðgjørdu spurningar sum td. trupulleikar, avbjóðingar, styrkir og møguleikar hjá kommununi í dag og framyvir. Endamálið við verkstovuni var at hoyra meiningina hjá borgarum um felagskensluna og samleikan í Runavíkar kommunu. Hetta skuldi brúkast til eina bacheloruppgávu, sum Erla Weihe Johannesen skrivar á Fróðskaparsetrinum. Spurt var m.a. um í hvønn mun tann einstaki og bygdirnar kenna seg sum partar av Runavíkar kommunu. Og hvørji átøk ella broytingar kundu verið gjørdar, fyri at styrkja samanhaldið og felagskensluna í kommununi. 

Erla Weihe Johannesen, lesandi og Svend Højgaard, leiðari á Bókasavninum, skipaðu verkstovuna, og kommunan bjóðaði drekkamunn og ábit. Ongin politikkari ella fólk úr umsitingini vóru boðin við, tí luttakararnir skuldu vera vanligir borgarar. Nøvnini á luttakarunum verða heldur ikki almannakunngjørd. Niðurstøðurnar skulu sjálvsagt takast við tí fyrivarni, at tær byggja á meiningar og metingar hjá hesum 25 útvaldu luttakarum.

Avbjóðingar hjá Runavíkar kommunu

Kjakið gekk sera væl og luttakararnir høvdu nógv uppá hjartað. Luttakararnir skuldu eisini raðfesta, hvat hevði størri týdning enn annað. Tá var serligur dentur lagdur á tríggjar avbjóðingar: 
Luttakararnir meintu, at politikarar høvdu ov lítið fokus á smærru bygdirnar, t.d. tá umráddi peningaliga fordeiling av íløgum og í mun til tænastustøði. 
Eisini eftirlýstu borgararnir at kommunan hevði ein byggi- og býarplan, sum hevði ein veruligan og sjónligan miðstað við estetiskum virði, og sum kundi virkað sum miðdepil fyri allar borgararnar og tiltøk í kommununi. 
Yvirskipað kundu borgararnir eisini hugsað sær, at betri kunning og samskifti var millum kommununa og borgarar. Tí í dag forvænta fólk skjóta kunning og eitt opið samskifti.

Styrkir og møguleikar í Runavíkar kommunu

Kjakast var eisini um møguleikar og styrkir hjá Runavíkar kommunu. 
Tá var semja um, at ferðavinnumøguleikar og kunningarstovan áttu at mennast. Hetta m.a. við serligum atliti at staðarbundnum søgum og frásagnum í ymisku bygdunum í kommununi. Borgarar í ymisku bygdunum kenna ov lítið til søgu og umstøður hjá hvørjum øðrum. Umframt at hetta hevði drigið ferðafólk til kommununa, so hevði tað styrkt felagskensluna hjá borgarum og Runavíkar kommunu sum eini eind. 
Ein annar møguleiki fyri at styrkja felagskensluna í kommununi var, um eitt ókeypis alment kommunalt internet varð bjóða til allar borgarar og tey vitjandi. 
Ein styrki, sum luttakararnir vóru samdir um, var, at politikarar hava havt dirvið til at hugsað stórt tá íløgur eru gjørdar. Hetta eru umstøður og karmar, sum borgarin kann verða errin av og gera brúk av. Nevnt var t.d. Bylgjan, Skúlin við Løkin, Bókasavnið við Løkin og Løkshøll, umframt karmar og umstøður til vinnulív sum heild.

Ábyrgdarbýtið millum kommunu og borgara

Luttakararnir skuldu eisini taka støðu til leiklutin hjá kommununi og hjá borgaranum sjálvum. Samanumtikið hildu luttakararnir at borgararnir áttu ábyrgdina av at taka stig lokalt í bygdunum, men at kommunan átti tann yvirskipaða leiklutin. Haraftrat átti kommunan tann týdningarmikla leiklutin at samansjóða fólk, bygdir og kommununa sum heild.

Verkstovan vardi í eini tríggjar tímar, og nógv var prátað. Fleiri hildu, at slíkar verkstovur ella kjak áttu at verið oftari, eisini sum almenn tiltøk. Serliga týdningarmikið er hetta kjakið fyri Runavíkar kommunu, sum er so spjædd landafrøðiliga og eisini samansett av fleiri smærri fyrrverandi kommunum.