HEIM
10.06.2016

Kirkjukjallarin og sakristiið á Skála verða tikin í nýtslu 12. juni

Sunnudagin 12. juni 2016 verður hátíðardagur á Skála, tá ið kirkjukjallarin og nýggja sakristiið verða tikin í nýtslu.

Í hesum sambandi verður vígslugudstænasta kl. 11 við Jógvan Fríðrikssyni og Una Næs, dómprósti .

Kirkjan bjóðar í hesum sambandi til almennan morgunmat kl. 09.30 í kirkjukjallaranum og til almennan døgurða í bygdasalinum kl. 12.30.

Veri hjartaliga vælkomin at luttaka 🙂

Skála Kirkjuráð