HEIM
07.06.2008

KFUM-skótarnir við Løkin 25 ára stovningardag

Leygardagin 7. Juni hátíðarhalda KFUM- skótarnir við Løkin 25 ára stovningardag sín við Toftavatn í hugnaligum umhvørvi og áhugaverdum tiltøkum
Tiltakið byrjar við stuðulsrenning leygardagin 7. Juni 2008 kl. 16,00. Gingið verður runt Toftavatn.

Eisini verður felags bál, har møguleiki er at grilla pylsur o.a., og somuleiðis fáa okkurt leskiligt afturvið. Sangur og undirhald verður á skránni.

KFUM- skótarnir vóru stovnaðir fyri 25 árum síðani, og hóast stovningardagurin er 20. Juni, so verður haldið kortini hildið nú leygardagin 7. Juni.

Øll eru hjartaliga vælkomin, og tað hevði glett fyrireikararnar, um fólk møttu mannsterk upp til haldið.

Nýtt skótahús.

KFUM- skótarnir við Løkin eiga eitt 1.867 fermetrar stórt øki í Runavík, og ætlanin er at byggja eitt nýtt skótahús. Húsini verða umleið 500 fermetrar til støddar. Væntandi verður farið í gongd við byggingina um ikki so langa tíð.