HEIM
07.09.2011

Kendi norski sangarin Hans Inge Fagervik á Føroyavitjan

Kendi norski sangarin Hans Inge Fagervik kemur til Føroya í september. Tað er Blái Krossur, sum hevur fingið vitjanina í lag. Endamálið við vitjanini er at upplýsa miðnámsskúlanæmingum um vandan við rúsevnum. Somuleiðis kemur Hans Inge at hava eina almenna konsert, meðan hann er í Føroyum.

Hans Inge Fagervik kemur til Føroya 12. september. Á síni Føroyaferð kemur Hans Inge at vitja fleiri miðnámsskúlar, umframt at hann eisini verður í ungdómshúsinum á Toftum og fer at hava eina almenna konsert í Løkshøll í Runavík fríggjakvøldið 16. september.

Hans Inge Fagervik er ikki heilt ókendur í Føroyum. Um øll kanska ikki kenna hann av navni, so hava flestu føroyingar hoyrt sangir hjá norska yrkjaranum og sangaranum, sum javnan eru at hoyra í útvarpinum. Kendasti sangurin hjá Hans Inge man vera "Marita", sum er um eina gentu við rústrupulleikum, og sum seinni doyr. Sangurin er umsettur til føroyskt og hevur navnið "Maria".

Umframt at nýta síni tónlistarligu evni hevur Hans Inge Fagervik í fleiri ár verið virkin innan fyribyrgjandi arbeiði í Noregi. Umvegis felagskapin "Marita-stiftelsen" hevur hann skipað fyri ymiskum fyribyrgjandi tiltøkum. Eitt av hesum tiltøkum er tónleika-átakið "Rock mot Rus", sum Hans Inge fer at framføra fyri føroyskum miðnámsskúlanæmingum.

Almenna konsert í Leikshøll.
Hans Inge endar Føroyavitjanina á hesum sinni við almennari konsert í Løkshøll fríggjakvøldið 16. september kl. 20.00, tá hann ferð at framføra fleiri av hansara kendu sangum, eitt nú "Marita" og Tummasar sangur". Konsertin kostar kr. 150 og fáast atgongumerkir í FAST handlunum kring landi.