HEIM
22.10.2012

Keldan 25 ár

Í ár eru 25 ár liðin síðan samkoman Keldan varð stovnað. Tí skipar Keldan fyri hátíðarhaldi í vikuskiftinum 26.-28. oktober.

Keldan bjóðar øllum at verða við til eitt spennandi og fjølbroytt hátíðarhald í Kelduni hetta vikuskiftið. Á skránni er barnatiltak, opið hús, myndasýning, stórt ungdómstiltak og veitslumøti.

Endamálið við hesum tiltaki er at takka og lovsyngja Gudi fyri Hansara trúfesti gjøgnum øll árini og at takka Honum fyri vónina um, at teir bestu dagarnir eru fyri framman.

Øll eru hjartaliga vælkomin til hátíðarhaldið!

Samkoman Keldan
Skálafirði

Sí meira kunning á www.keldan.fo

Attachment1: http://www.runavik.fo/Data/Register/0CAD447D-7512-4D78-91F1-F8E935EB9824/FB232055-057F-4B11-9A9E-3B77CB925C29/4A95F575-118E-4B28-9A21-6C3994B997C8.pdf