HEIM
09.12.2013

Kassavirkið á Bakka reist í dag

Bakkafrost er farið undir at fremja eina risastóra íløguætlan, sum komandi 5 árini fer at kosta 1,1 mia. kr.

Fyrsti partur av hesi ætlan er ein 2.100 fermetra stórur bygningur á havnalagnum á Glyvrum, ið skal nýtast til framleiðslu og goymslu av flamingokassum.

Hesin bygningurin varð reistur í dag. Bygningurin verður eftir ætlan innilokaður til nýggjárs og tikin í nýtslu í summar.

Attachment1: http://www.runavik.fo/Data/Register/0CAD447D-7512-4D78-91F1-F8E935EB9824/FB232055-057F-4B11-9A9E-3B77CB925C29/A1E899A0-4873-41E4-87C3-FDBCA78F9B07.jpg
Attachment2: http://www.runavik.fo/Data/Register/0CAD447D-7512-4D78-91F1-F8E935EB9824/58682735-B142-437E-A928-60D533BD2400/A1E899A0-4873-41E4-87C3-FDBCA78F9B07.jpg