HEIM
25.05.2009

Karnevalurin endurtekur seg á Eystanstevnu í Runavík

Aftur í ár fara ítróttarfólk at ganga karnivalsgongu í Runavík.
Heldur enn at hava vanligu skrúðgonguna leygardagin, hava fyriskipararnir avgjørt at eyndurtaka hittið frá í fjøð, við at skipa fyri einari karnevalsgongu áðrenn stevnan verður sett.
Fríggjakvøldið 19 juni, á Eystanstevnu verður nevniliga ein STÓR karnevalsgonga við hundratals fólkið. Í karnevalsgonguni, luttaka ítróttarfólk o.o. sum vanliga eru partur av skrúðgonguni. Ítróttarfólkini fara at hava hvørs sítt ‘show’ og eisini fara fleiri maskottar og annað spennandi at luttaka í gonguni sum fyriskiparnir ikki vilja avdúka enn.