HEIM
18.06.2010

Karneval á Eystanstevnu

Grease-karnivalurin í Runavík var sera væl eydnaður og nógv fólk vóru og luttóku. Veðrið var av tí allar fagrasta og hetta kom væl við, tí karnevalsskrúðgongan byrjaði í Glyvra skúla og gekk allan vegin út til stevnuøkið.
Eystanstevnunevndin sum skipar fyri karnivalinum, hevði valt kenda filmsmusicalin "Grease" sum tema. Øll vóru ílatin í 1950-ára klædnasnið og sjálvt hársniðið var í ''50-ára stíli.
Veteranbilar og motorsúkklur frá fimti árunum koyrdu fremst í skrúðgonguni og gjørdi sítt til at sermerkja "Grease" temaði.
Á stevnuøkinum fingu øll høvið til at royna Zumba til kendar "Grease" sangir.

Bárður Kass Nielsen helt fram røðu og setti Eystanstevnuna.

Nes Sóknar Musikkfelag spældi vøkur løg bæði áðrenn og aftaná setanina.

Myndarøð: {750A40B6-4D80-46E4-8BC6-A6270488F5F8}