HEIM
23.02.2016

Karin Kjølbro á Bókasavninum við Løkin

Týsdagin 23. februar kl 15.00 vitjar Karin Kjølbro á bókasavninum við Løkin í Runavík. Hon fer at hugleiða og tosa um góð ellisár.

Tiltakið er fyriskipað í samstarvi við Dagtilhaldið í Runavíkar kommunu, og er serliga ætlað teimum eldru borgarunum.

Øll eru tó vælkomin, og tað er ókeypis atgongd.

Karin Kjølbro hevur nógvar áhugaverdar lívsroyndir og upplivingar, sum hon kann taka støði í, tá hon skal tosa um góð ellisár. Karin er fødd í Klaksvík og er útbúgvin sosialráðgevi. Hon var fyrsti leiðari á Kriminalforsorgini, sum var sett á stovn í 1977. Har var hon leiðari líka til hon fór frá vegna aldur. Í 1978 var hon onnur av fyrstu kvinnunum, íð vóru valdar beinleiðis inn á Føroya Løgting. Sosialpolitikkur í breiðari merking hevur havt hennara stóra áhuga. Í 1971 var hon ein av stovnarunum av Javna. Hon hevur eisini verið í fremstu røð í arbeiðinum fyri javnstøðurættindum millum kynini. Longu í 1979 legði Karin Kjølbro fram uppskot um javnstøðulóg fyri Føroyar. Henda bleiv tó ikki viðtikin fyrr enn í 1996. Hóast Karin nú hevur lagt sítt borgarliga starv frá sær, er hon framvegis vís og virkin.

Tiltakið er partur av eini røð av hugnaligum og upplýsandi seinnapartstiltøkum, sum Dagtilhaldið í Runavíkar kommunu og Bókasavnið við Løkin samstarva um. Umframt hugleiðingar frá Karini, so er prát og drekkamuður í hásæti. Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

Dagtilhaldið í Runavíkar kommunu og Bókasavnið við Løkin.