HEIM
01.06.2018

Kappsigling á Eystanstevnu

Bátafelagið á Bakka skipar á Eystanstevnuni fyri kappsigling millum 4 og 5 mannafør við seglum.

Silgt verður á Skálafjørdinum sunnudagin tann 17. juni kl. 15:00.

Silgt verður eftir sum ættin er, og málið er við bátahylin á Bakka á Glyvrum.

Tilmelding og nærri kunning hjá Herbert Olsen, form. Tlf. 218788.