HEIM
11.06.2019

Kappsigling á Eystanstevnu 2019

Sunnudagin 16. juni kl. 15.00 verður skipað fyri kappsigling millum 4 og 5 mannafør við seglum (føroyskir træbátar) á Skálafjørðinum. Siglt verður sum ættin er, og málið er við Bátahylin á Bakka.

Eftir kappsiglingina verður høvið at síggja tekningarnar av ætlaðu útbyggingini av Bátafelagshúsinum.

Bátafelagið á Bakka bjóðar pannukøkur og kaffi.

Møguleiki verður at stuðla Bátafelagnum á Bakka við at keypa lutaseðlar, til frama fyri ætlaða útbygging.

Tey, ið ætlað at luttaka til kappsiglingina, verða biðin um at tekna seg hjá formanninum í Bátafelagum á Bakka, Herbert Olsen á telefon 218788.

Luttøkugjaldið til kappsiglingina á 100 kr. verður goldið á staðnum.