HEIM
15.03.2011

Kapping í estetiskum fimleiki um vikuskiftið

Mest sannførandi sigurin av øllum áttu pinkurnar á A-liðnum hjá Støkk, tí umframt at hava vunnið fyrru steypakappingina, fingu tær bestu karakterir í øllum trimum greinunum, tá tær kappaðust sunnudagin. Nummar tvey var Havnar Fimleikafelag A og nummar trý Ljósið, ið vóru sera jøvn.

Spenningur var til tað síðsta í steypakappingini hjá smágentum, har kappingin stóð millum Havnar Fimleikafelag A og Støkk A. Tá alt skuldi teljast saman, gjørdist tað so javnt, sum tað fekk verið, tí Havnar Fimleikafelag fekk 27,87 stig og Støkk 27,86.

Ikki var samanlagdi munurin meira enn 0,10 millum Støkk og Havnar Fimleikafelag A hjá kvinnuunglingum, har Støkk leygardagin hevði munin tekniskt og í framførsluni, meðan Havnar Fimleikafelag A var betri listarliga. Havnar Fimleikafelag A vann fyrru steypakappingina, men Støkk vann so mikið í Runavík, at tað gav samlaðan sigur.

vit ynskja Støkk til lukku við frálíka úrslitinum

Myndarøð: {42006CF4-E022-4FAF-9F7C-13EDCDCA9FE6}