HEIM
08.04.2014

Kaninir drógu familjur á bókasavnið

Í alt 17 kaninir og teirra menniskju hittust á Bókasavninum við Løkin hósdagin 3. og fríggjadagin 4. apríl. Nakrar kaninir vitjaðu báðar dagarnar, so samanlagt vóru 23 kaninvitjanir í tveir dagar. Saman við kaninunum komu børn, mammur, pápar, systkin, ommur, abbar og onnur familja og vinir. Fleiri fólk vitjaðu tað lutfallsliga nýggja bókasavnið í Runavík fyri fyrstu ferð. Soleiðis var kanintreffið á Bókasavninum við Løkin var ein rimmar suksé.

Tey, sum eiga eina ella fleiri kaninir, vóru vælkomin at taka sína kanin við á bókasavnið. Uttanfyri vindeyga á bókasavninum var ein græsfløta innhegnað og býtt í smærri økir. Her kundu tær vitjandi kaninirnar hugna og spæla sær, so leingi eigarin av kaninini var til staðar. Øll vitjandi kundu heilsa uppá kaninirnar, og kína og halda á teimum.

Kanintreffið var hildið í sambandi við barna-og ungdómsbókafestivalin Kom og Les, sum m.a. var hildin í Norðurlandahúsinum, skúlum og bókasøvnum kring landið í farnu viku. Á Bókasavninum við Løkin var ein bókaframsýning við føroyskum barna-og ungdómsbókum. Vitjandi kundu lesa og læna hesar bøkur. Ein søguforteljarastólur stóð eisini í framsýningini. Her bar til at seta seg og lesa upp fyri øðrum, um ein vildi royna seg. Har vóru eisini bøkur um kaninir. Haraftrat bar til at lita og líma ein vimpul við kaninmynd á, og fáa hann við heim.

Fleiri vitjaðu bókasavnið fyri fyrstu ferð
Við hesum tiltaki vildi bókasavnið eisini vísa barnafamiljum, hvørji tilboð og hvørjar umstøður eru á bókasavninum. Tað eru t.d. mong foreldur, sum regluliga nýta møguleikan at vitja bókasavnið eina løtu gerandisdagar, eftir at hava heintað børn úr stovni og áðrenn tey fara heim. Kanska er annað foreldrið heima og ger døgurða, ímeðan hitt foreldrið er á bókasavninum til eina friðarliga løtu saman við børnunum. Bókasavnið við Løkin er eitt samansett skúla- og fólkabókasavn, sum merkir at skúlin nýtir bókasavnið fyrrapartar, og at tað er alment opið seinnapartar frá klokkan 13 til 18. Tað er ókeypis bæði at vitja og læna á bókasøvnum, og er tað tískil eitt frálíkt tilboð til barnafamiljur.

Við hesi góðu undirtøku til kanintreffið, umhugsa tey á bókasavninum at gera hetta til eitt afturvendandi vártiltak.

Fleiri myndir frá tiltakinum eru at síggja á facebooksíðuni hjá bókasavninum og heimasíðuni www.lokin.fo

EksternLeinkja1: http://www.lokin.fo