HEIM
02.04.2014

Kanin-treff við Løkin

Í morgin, hósdagin 3. og fríggjadagin 4. apríl verður kanintreff á Bókasavninum við Løkin í Runavík. Tey, sum eiga eina ella fleiri kaninir, eru vælkomin at taka sína kanin við á bókasavnið. Uttanfyri vindeyga á bókasavninum verður ein græsfløta innhegnað og býtt í smærri økir. Her kunnu tær vitjandi kaninirnar hugna og spæla sær, so leingi eigarin av kaninini er til staðar. Eigarin av kaninini hevur ábyrgd av síni kanin, og tekur hana ella tær við aftur tá tey fara heim. Øll vitjandi kunnu sleppa at heilsa uppá kaninirnar, og kanska eisini kína og halda á onkrari.

Bókasavnið væntar at nógvar kaninir fara at luttaka í kanintreffinum. Tey siga seg vita við vissu, at pápin Muffin og mamman Brownie saman við døtrunum Kurlu og Doughnut koma at vitja bókasavnið báðar dagarnar. Tað er ókeypis at luttaka, og tað er ikki neyðugt at boða frá áðrenn man kemur. Kanintreffið verður hósdagin og fríggjadagin, báðar dagarnar frá klokkan 14.00 – 18.00.

Kanintreffið verður hildið í sambandi við barna-og ungdómsbókafagnaðin Kom og Les, sum m.a. er í Norðurlandahúsinum, skúlum og bókasøvnum kring landið í hesum døgum. Á Bókasavninum við Løkin er í løtuni ein bókaframsýning við føroyskum barna-og ungdómsbókum. Vitjandi kunnu lesa og læna hesar bøkur. Ein søguforteljarastólur stendur eisini í framsýningini. Her ber til at seta seg og lesa upp fyri øðrum, um ein vil royna seg. Har eru eisini bøkur um kaninir. Haraftrat ber til at lita og líma ein vimpul við kaninmynd á, og fáa hann við heim.

Við hesum tiltaki vil bókasavnið eisini vísa barnafamiljum, hvørji tilboð eru á bókasavninum. T.d. eru tað mong foreldur, sum nýta møguleikan at vitja bókasavnið eina løtu gerandisdagar, eftir at hava heinta børn úr stovni og áðrenn tey fara heim. Kanska er annað foreldrið heima og ger døgurða, ímeðan hitt foreldrið er á bókasavninum til eina friðarliga løtu saman við børnunum. Bókasavnið er opið gerandisdagar frá klokkan 13 til 18.