HEIM
09.04.2013

Kampingtreff á Fjarðastevnuni á Skála

Várið er komið og kappróðrabátar eru farnir at síggjast fram við landi. Hetta er tekin um at stevnurnar kring landið eru í hondum. Eisini er hetta tíðin, tá kampingvognar byrja at síggjast á føroysku vegunum. Hesi seinastu árini hava alsamt fleiri føroyingar ogna sær kampingvogn, og ferðast dúgliga í egnum landi. Sokallaði kampingtreff eru sera væl umtókt, og eitt slíkt verður á Skála í summar.

Í ár er Skála bygd vertur fyri Fjarðastevnuni, sum verður hildin í døgunum 21. til 23. juni. Fjarðastevnan, sum umfatar FM-róðrarnar, skiftir annaðhvørt ár millum Skálafjørð og Vestmanna. Á Skálafirði skiftast Strendur og Skála at vera vertir. Skála var vertur í 2005 og 2009, og eigur nú aftur tørn. Í ár ætla tey at gera serliga nógv burturúr. Fyrireikingarnar eru komnar væl áleiðis, og skráin verður fjølbroytt.

Eitt av stóru tiltøkunum á Fjarðastevnuni í ár verður eitt kampingtreff. Fyri nøkrum árum síðani var kampingpláss gjørt við ítróttarhøllina, har til ber at fáa streym til vognarnar og sanitetsumstøður eru tøkar. Føroysk og útlendsk ferðafólk hava vitja her av og á, og eru umstøðurnar góðar. Við høllina er eisini fótbóltsvøllurin har stevnudystir vera. Í ár verður m.a. 1. deildardystur millum Skála og B71. Tivoli og barnatiltøk verða eisini í hesum økinum og inni í ítróttarhøllini. Nógv áhugavert og undirhaldandi verður á skránni til tey vitjandi at taka lut í og uppliva. Frálíkt útsýnið er av kampingøkinum yvir allan Skálafjørðin har FM-kappróðurin verður rógvin.

Tey, sum ynskja at leggja sær kampingsummarið til rættis, kunnu tískil longu nú seta sær kross í kalendaran vikuskiftið frá 21. til 23. juni.

Tað er Skála ítróttarfelag og Skála Kappróðrarfelag, sum í felag skipa fyri Fjarðastevnuni, og tey bjóða øllum gestum vælkomnum.