HEIM
11.11.2008

Junior Kids vunnu FIRST LEGO League

Leygardagin var stóra kappingin um at byggja LEGO robottar og gera uppskot um fyribyrging av veðurlagsbroytingunum. Junior Kids av Skála vunnu kappingina, og eru nú klár at fara í norðurlendska kapping, sum verður í Kongsberg í Noreg síðst í hesum mánaðinum. Hetta er annað árið á rað, at tey vinna føroysku kappingina. Í fjør gjørdust tey harafturat nr. 2 í Norðurlondum og fingu harvið møguleika at fara til Atlanta í USA at kappast. Har blivu tey nr. 50 av 81.