HEIM
14.04.2008

Junior Kids av Skála til First Lego League kapping í Atlanta

Junior Kids av Skála, sum eru úr 6. og 7. flokki, vunnu First Lego League kappingina í Føroyum og gjørdust nr. 2 í Norðanlondum. Hetta gav atgongd til stóra kapping í Atlanta í USA, har tey kappast móti 81 londum. Tey hava sent hesa heilsan:

Hey tit har heima

Her er ein lítil heilsan frá Junior Kids!

Vit eru í Atlanta nú og gera okkum klár til First Lego League Kappingina! Lið úr 81 londum eru at kappast ímóti, so tað er sera spennandi. Robotturin hjá okkum koyrir 400 stig heim hvørja ferð (fult stigatal), so vit hava góðar vónir!

Um tit hava hug at fylgja við hvussu túrurin gongur, og hvat vit uppliva, so kann okkara dagbók lesast á hesi leinkjuni:

http://fc.skulin.fo/~asbjoern.berthelsen/0201B108-0066405A-0201B108

Vit dagføra dagbókina hvønn dag!

Sjálv kappingin er hósdagin og fríggjadagin!

v.h.

(Vegna Junior Kids av Skála)

Ásbjørn Berthelsen