HEIM
22.04.2008

Junior Kids av Skála nr. 50 av 81 í Atlanta

Úr dagbókini (http://fc.skulin.fo/~asbjoern.berthelsen/0201B108-0066405A-0201B108):
Kappingarnar gingu ikki so væl sum vit høvdu vónað. Tað gekk út av lagi, og robotturin koyrdi 300 stig tá hann koyrdi mest. Í Herning koyrdi hann 400! Vit blivu nummar 49 ella 50. Men hinvegin, so er tað ikki so galið at blíva nummar 50 av 11000 liðum.

Men vit vóru væl nøgd við dagin kortini. Nógv fólk komu at práta við okkum, og vit presenteraðu Føroyar fyri sera nógvum fólkum. Vit burdu fingið stuðul frá Ferðaráðnum fyri ta reklamu vit hava gjørt fyri Føroyar, tí at nú eru tað minst 1000 fólk sum vita um Føryar, sum ikki vistu um tær fyri eini viku síðani. Nøkur høvdu eisini hug at flyta til Føroyar tá tey sóu myndir og hoyrdu um hvussu tað var at búgva har. Tað einasta keðiliga var, at vit høvdu ikki nokk av reklamutilfari við. Tað var uppi eftir eina lítla løtu.

Børnini fingu nógvar vinir, og fleiri hava útvekslað teldupostadressur og ætla at halda sambandið við líka. Tað er eisini eitt av málunum við FIRST, at vinabond vera knýtt yvir landagreinsur.

Tá øll ruddaðu av fingu vit eitt hugskot. Vit høvdu nógv fløgg, og so fóru vit at býta um við onnur lond. Vit fingu fløgg frá nógvum londum og tey fingu Merkið frá okkum. Enn ein reklama!

Endaceremoniin var sera stórsligin. Øll liðini sluppu at renna upp at geva eitt "High Five" til allar dómararnar. Síðani blivu prísirnir útdeildir. Tað vóru nógvir prísir, men tíverri ongin til Junior Kids. Vinnararnir av robottkappingini vóru Green Man Group. Teir koyrdu 400 stig heim hvørja ferð! So tað var flott!