HEIM
28.11.2007

Junior Kids á Skála vunnu First Lego League 2007

Mynd: Borgarstjórin var millum áskoðararnar og handaði eisini Junior Kids ein kekk til Danmarkarferðina

Kappingin FIRST LEGO LEAGUE varð hildin fyri 2. ferð í ár. Junior Kids á Skála vunnu kappingina hesa ferð. Tey høvdu gjørt sera nógv burturúr, og í øllum kappingunum stóðu tey seg væl. Tey samstarvaðu væl, og tey vístu, at tey høvdu skilt uppgávuna og høvdu innlit í tær loysnir og tey hugskot, tey komu við. Tólmennið hjá teimum fekk flest stig í koyringunum, og tí er liðið á Skála rætti vinnarin hesaferð.

Junior Kids skulu nú umboða Føroyar í finalu, sum verður í Danmørk fyrst í desember.

Góða eydnu