HEIM
14.10.2009

Jørgen Niclasen setir Faroexpo 2009

Nú fer Faroexpo 2009 skjótt av bakkastokki. Faroexpo er vorðið eitt afturvendandi tiltak, har fleiri og fleiri fyritøkur bæði her heima og uttanlands taka lut.

Vinnustevnan Faroexpo 2009 verður sett týsmorgunin 20. oktober kl. 09.00. Tað verður Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, ið setir stevnuna. Harafturat fer ein dupultkvartett eisini at syngja nøkur løg.

Eftir setanina byrjar sjálvt partenariatið. Fyrireikararnir av Faroexpo 2009 lata væl at, og vóna, at luttakandi fyritøkurnar aftur í ár fáa væl burturúr vinnustevnuni.