HEIM
13.03.2018

Jóngerð Juul Olsen sett í starv sum umhvørvisstarvsfólk

Tann 1. mars 2018 er Jóngerð Juul Olsen sett í starv sum umhvørvisstarvsfólk á Teknisku deild. Jóngerð er 32 ára gomul, og hevur lisið til diplomverkfrøðing í kemiteknikki á Syddansk Universitet við serritgerð í umhvørvis- og orkuleiðsluskipan. Jóngerð hevur royndir við umhvørvisarbeiði frá Odense kommunu og hevur verið í verkætlanarstarvi hjá Vága kommunu sum umhvørvisráðgevi í sambandi við órudd og burturkast á almennum økjum.

Starvið sum umhvørvisstarvsfólk er nýstovnað. Arbeiðsuppgávurnar vera at arbeiða við umhvørvispolitikki, fyrisitingarligum uppgávum eftir umhvørvislóggávunum, uppgávum á tekniska økinum og kunning um umhvørvið í kommununi o.a.