HEIM
18.06.2008

Jónasøkubál í Funningsfirði

Jóansøkubál í Funningsfirði

Leygarkvøldið 21. juni verður Jóansøkubál á bryggjuni í Funningsfirði.

Aftur í ár verður bál og dansur á bryggjuni í Funningsfirði. Tiltakið síðsta summar eyndaðist sera væl, og nógv fólk stuttleikaðu sær á bryggjuni. Tónleikurin var góður og fólk hugnaðu sær og dansaðu alla náttuna.

Sum nakað heilt nýtt, verður eisini tjaldingarpláss.
Plássi er omanfyri bryggjuna. Útsýni yvir bryggjuna og fjørðin er sera gott.

Í ár spæla "Eager To Please" til dansin. Bólkurin spælir góðan blandaðan tónleik og eru fløguaktuellir í løtuni.

Tvey stór telt verða eisini uppsett so um veðrið ikki verður so gott, so fáa fólk hugna sær í teltunum.

Sølubúðir selja búffar, pylsur, kaffi, køkur o.a. og gestirnir kunnu sjálvir grilla sær matin á grillum sum standa á økinum.

Skrá:

20.30 - Bálið verður tendra.

21.00 - Kári P. Højgaard bjóðar vælkomin.

21.30 - Grillir verða tendraðar.

23.00 - Dansurin við Eager To Please byrjar.

Á skránni verður eisini felagssangur.

Bygdarfólkið í Funningsfirði bjóðar øllum vælkomnum til Jóansøkubálið
:o)

Sama dagin verður nýggi sparkivøllurin í Funningsfirði innvígdur.
Har eitt umboð fyri Runavíkar kommunu og Niclas Davidsen frá FSF siga nøkur orð.
Aftaná skipar NSÍ fyri einum fótbóltsdysti.