HEIM
03.12.2013

Jólini 2013; – hátíðin, sum er vitin hægstur av øllum

Røðan hjá Tórbjørn Jacobsen, táið jólatrøini í Oyndarfirði og Funningi vórðu tendrað fyrsta sunnudag í advent.

Aftur einaferð dregur saman ímillum okkum, ljós verða kveikt í granntrøum kring um í skógarleysa landi okkara, árliga áminningin um, at ein føðingardagur fer at vera hildin í næstum. Vit hátíðarhalda, at Maria føddi Guðs son inn í hendan heimin og frøðast yvir, at okkum untist at gerast partur av kristnu trúnni og læruni, sum gjørdist ein meginbulur í grundstøði okkara á so mongum mótum.

Ódeyðiligu orðini í Hebrearabrævinum: "Men trúgv er treyst í tí, sum vónað verður, sannføring um teir lutir, sum ikki eru at síggja.", geva okkum eina greiða ábending um, at trúardimensiónin er líka gomul sum menniskjað. Hevdin við trænum – jólatrænum - er ikki kristin, ongin ábending er í nýggju Paktini um, at Jesus hevur skonkt hesum ein tanka, at træið skuldi gerast eitt av súmbolunum fyri føðing hansara. Stutta og intensiva lív hansara hevur heldur ikki veitt honum stundir til at hugsa um verðslig gimmiks sum hetta, uppgávan var magnfylri enn so, at leggja fólkinum lag á hvussu hendan trúbótin fyri lív og levnað skuldi fylgjast og at siga frá um hitt æviga lívið hinumegin jarðiska tyngdarmáttin.

Træið hevur kortini verið í trúarhøpinum í øldir, eisini fyri Kristi føðing. Tá komu fólk saman í viðalundum, har ofrað var til guðarnar. Vit kenna fyribrigdið í Norðurlendsku guðalæruni. Træið Yggdrasil er eitt dømi, onkursvegna ímyndaði tað sambandið ímillum ta jarðisku og hina himnesku sferuna. Í gomlu Paktini hoyra vit á sama hátt um Kunnleikans- og Lívsins træ.

Tað eru vit sjálvi sum hava tikið jólatræið inn aftur í hátíðina fyri føðing Frelsarans. Fyrsta ferðin vit hoyra um eitt pyntað jólatræ er í Riga í Lettlandi. Í 1510. Fyri 503 árum síðani. Týskarar tóku siðin til sín nakað eftir hetta, Luther mundi hava meira enn ein fingur við í spælinum, hann ímyndaði sær himneska ljósið, táið hann sá kveiktu kerturnar og stjørnuna á grøna trænum, sum stóð ímillum Himmal og Jørð, í heimi sínum, og í Norðurlondum er siðvenjan ikki meira enn tvey hundrað ára gomul. Í Føroyum yngri enn tað. Forðingin hevur helst verið ringa sambandið ímillum meginlandið og skógarleysa landið í norðurhøvum, og sagt verður, at fyrsta pyntaða jólatræið á hesum klettum skal hava staðið í prestagarðinum í Sandágerði, um næstseinasta aldarskiftið, táið farið var úr nítjandu inn í hina tjúgundu øld síðani føðing Kristusar.

Sum fráleið fekk jólatræið ein kristnan týdning. Í urtagarðinum í Eden stóð Lívsins træ, og haðani hevur siðvenjan við jólatrænum fingið sín íblástur. Táið nú Lívsins træ var borið í heim jólanátt, eru vit farin at hátíðarhalda hendan serliga nýføðingin í stovum okkara, Jesus Kristus er onkursvegna Lívsins træ hjá flestu okkara. Æviga lívið er fruktin frá trænum í Eden og frá Frelsaranum í okkara vitsku, - samsvarandi trúnni vit valdu at ganga undir. Gávurnar undir trænum, jólagávurnar, sum kanska hava størri týdning hjá teimum yngru og óvitunum, umboða eisini fruktina frá Lívsins træi. Í skírnini og kvøldmáltíðini fáa vit hitt æviga lívið, sigast kann, at við jólatrænum hátíðarhalda vit, at Lívsins træ kom inn í hendan heimin sum ein nektaður nýføðingur, ið kortini fekk størri týdning enn flestu aðrir nýføðingar, sum higartil hava sæð dagsins ljós.

Í dag er fyrsti sunnudagur í advent. Hann er fjórði sunnudagurin fyri jóladag. Advent merkir koma, og júst í dag byrjar eitt nýtt kirkjuár. Jólarómur er komin á fólk, og eftir at ljósini eru kveikt í trøunum kring landið er fokus í stóran mun eitt og tað sama í stórum parti av heiminum, føðingardagurin, og haldið vit á hvør sín hátt hava lagt okkara siðvenju í, líkamikið um vit búleikast í Buenos Aires, Cape Town, New York, í Oyndarfirði ella í Funningi.

Vit eru í stóran mun eitt tvítak av umstøðunum kring okkum. Líkjast onkursvegna klassiska eiturkoppinum, sum grulvar á botninum í súrhoyggjabrunninum, og er sanførdur um, at heimurin er heimurin, soleiðis sum hann sær hendan í brunnagapinum. Tí verða jólini eisini ymisk, hóast orsøkin er hin sama. Sjá bara altartalvuna við Gjógv, Jesus gongur á vatninum, men Kruse man hava hildið, at hann gjørdist heimligari í Djúpunum heldur enn á Genezaretvatninum. Jesus hongur á krossinum á altartalvuni í Qaanaaq í Grønlandi. Málarin hevur helst hildið tað verið í so kølið at hingið lendaklæddur í ekstrema vetrarkuldanum haruppi við norðara Pólin, tí hevur hann latið hann í einar garvaðar kópavøttir og einaferð pápi mín kom aftur av siglingsferð úr Tokyo í Japan, fyri meira enn hálvari øld síðani, hevði hann ein jólamann í skjáttuni, sum eg skuldi eiga. Til bar at løða hann við ravmagni, tá nikkaði hann, tá steig hann um gólvið, ljós geislaði innan úr honum og eisini fór hann at sláa á stórutrummu, og tað mest sermerkta við honum vóru eyguni, skeiv sum á japánum. Tók hann framaftur ígjárkvøldið, og tað er ikki sørt, at hann vekir eina serliga kenslu ár um ár um ár.

Jólini eru ein so serstøk og afturvendandi hending, at vit minnast tey flestu teirra. Hvørsæris. Av góðum grundum hava míni jól í stóran mun verið merkt av maritimum umhvørvi. Tey fyrstu jólini havi eg ivaleyst ligið í eini babylift í danska skiparabýnum Marstal. Fyrstu jólini eg minnist var í 58, tá man júst var farin um 3 ára hvarvið, mamma og eg fóru alla ta longu leiðina úr Føroyum við Tjaldrinum til Keypmannahavnar. Haðani á lunnavagni til Esbjerg, áfram við ferju til Harwich og haðani til Manchester. Við hýruvagni oman á eina bryggju framvið Manchester kanalini komu vit seint á kvøldi jólaaftan, hin 24. december 1958, í Ellesmere Port. Hetta stendur alt ljóslivandi fyri mær, nakað av tí fyrsta eg minnist, yvirhøvur, at standa í ísakalda vetrarlotinum, flykrurnar komu strúkandi tættar úr skýloftinum, og hyggja upp á skipssíðuna á hesum stóra damparanum "Anita Dan" hjá Lauritzen útgerðarfelagnum danska, og omaneftir landganginum kom pápin, 28 ára gamal, nú er hann 83, sum eg valla kendi ta løtuna, menn vóru tá mynstraðir í áravís umborð, tað var ein so serlig løta, at vitskan sleppur henni ikki aftur.

Jólini síðani á heimshøvunum hava verið mong, nærum líka mong sum tey uppi á landi. Minnist bara væl aftur á tey, nýføðingurin bleiv tignarliga hátíðarhildin, onki kommercielt roks lá ímillum, og serliga minnist eg jólapakkarnar frá sjómanskvinnuringunum. Sápur, sjampo, bróstsukur og hesin serligi fløvin, sum kendist úr hondunum á teimum, sum høvdu bundið hálvhosurnar ella skóleistarnar. Tann størsta jólagávan man kundi fáa. Tankin var størri enn gávan. Vit hava nógv at takka teimum fyri, sum hugsa um okkara siglandi fólk, eisini hesar dagarnar, táið vit fagna honum, sum Guð sendi okkum fyri meira enn tvey túsund árum síðani.

Jólini í rulli og sjaskveðri og onkuntíð í ódnarstormi vóru góð, men áminningin um uppruna teirra hevur ikki verið magnfylri, enn tað kvøldið, táið vit bæði konan vitjaðu Betlehem fyri nærum fýra árum síðani. Í kendu ferðafrásøgnini "Ferð mín til Jorsala" vitjaði Kristian Osvald Viderø prestur eisini hesar leiðir um jóltíðir, hann skrivar: "Loksins kemur Betlehem undan, ein ljósgeislandi fjallaásur á at líta eins og fagrasta sylgja sett alskyns dýrum steinum, sum glitra og glampa í náttini, og kring hana allir hesir lýsandi træðrirnir. Sum hon geislar og glógvar! Eins og veldugt jólatræ með óteljandi ljómandi jólaljósum rísur hon móti himni, har stjørnurnar eins og brosa og fagnandi syngja: "O, tú Betlahem Efrata. Tó at tú ert eina minst av borgunum í Júda, tá skal tó frá tær koma sá, sum skal vera drottnari í Ísrael; ætterni hans er frá fyrndini, frá fortíðardøgum - - -." Og nú ert tú størri enn bæði Lundunarborg og Moskva, sum í kvøld varla vera tiknar upp á tunguna. Alt teirra skart og skreyt og allur hávadi teirra fánar burtur fyrir ljómanum frá tær. Nú lýsur tú út um allan heimin, svá langt sum útvørpini røkka og alt til barnanna og til hinna gomlu og sjúku, svá at vónir kveikjast og eygu teirra aftur taka at lýsa, ja, alt til spurvanna uppi á tekjuni, sum saman með dúgvunum koma til jólaveitslu."

Betlehem

Við strætisvagni óku vit fyri fýra árum síðani inn ímóti múrinum, ið er settur sum skott ímillum Ísrael og Betlahem, ið nú er palestinskt øki. Alvápnaðir trygdarvørar á øllum mótum. Á tekjum og húsahornum. Tilvildin hevur ongan kjans. Nógv hóvastákan er fyri at sleppa innar í staðin, har alt byrjaði. Jólaaftan er. Ein av teimum sum vitja staðin hendan dagin er Mahmoud Abbas, palestinski leiðtogin, sum er komin allan vegin úr Ramallah. Eftir at hava vitjað bygdina, kirkjur, krambúðir og matsovur, tað sum eftir er av degi, fara vit út hagar, sum hirðarnir lógu á markini um náttina og goymdu at seyðafylgjum sínum. Har sum dýrd Harrans ljómaði rundan um teir. Sperdir av ótta hoyrdu teir úr kvirruni eingilin siga: "Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði! Tit skulu finna eitt barn reivað og liggjandi í eini krubbu." Um midnáttarleitið standa vit undir mandlatrøunum, stjørnurnar glampa á lofti og tað rørist ikki ein ond. Tað er friður á jørð, og í menniskjum góður tokki. Universala kreddan fær líkasum eina heilt aðra dimensión, tá føroyska tungan við Betlahems fløtur fer undir at syngja Føgur er foldin, Jólaevangeliið verður lisið og vakri sálmurin Gleðilig jól verður sungin. Nærri tí fullkomna slepst ikki, løtan var stór og rík í allar mátar.

Áðrenn træið verður tendrað, í Oyndarfirði/Funningi, áminningin um barnið sum broytti heimin og okkum, biðja vit saman sjómansbønina, sum vit plagdu biðja allar tær ferðirnar hitt váta elementið var kringumstøðan, tá hátíðin mesta varð hildin á havinum:

"Alvaldi Guð! Tú hevur skapað alt og valdar himni, jørð, havi og øllum, sum í tí er, við tíni almáttarhond. Vit takka tær fyri, at tú hevur varðveitt skip okkara og okkum innanborða. Varða okkum framvegis frá stormi, ódn, mjørka og øllum vandum. Lat tú ferð okkara fara fram í øllum góðum, ver tú eisini við okkum, tá vit taka havn, og hjálp okkum í teimum freistingum, sum tá herja á. Harri, um tú ikki verjir okkum, so verða vit illa staddir. Fyrigev okkum syndir okkara; vit hava mangan gjørt móti heilaga vilja tínum. Varðveit okkum frá synd, frá klandri og ósemju. Hjálp okkum at vaka og biðja, so vit mega vera til reiðar at møta tær, tá ið tú kemur. Vit líta lív okkara og skip okkara við øllum, sum í tí er, upp í hendur tínar. Lat tú heilagu einglar tínar vera vernd okkara á havinum og hjálpin hjá okkara kæru heima. Vælsigna tú kirkju okkara og fólk. Hoyr okkum í Jesu navni. Amen.

Myndarøð: {FCF536BB-8327-4CE0-A266-8606D3DD3794}