HEIM
03.12.2017

Jólatræið í Skálafirði

Røða, sum Liljan Chung helt, tá jólatræið í Skálafirði varð tendrað. Hetta var fyrsta ferðin, at røða er flutt fram í Skálafirði í sambandi við, at jólatræið er tendrað.

Góðu bygdafólk og gestir.

Tíðin undan jólum er ein hugnalig tíð, hetta er ein tíð við nógvari stákan hjá teimum vaksnu og tíðin kann sýnast fyri okkum at ganga ov skjótt, men hjá børnunum sum gleða seg til jóla sýnist tíðin at ganga seint.

Í jólaevangeliunum lesa vit um, tá ið heimurin skuldi skrivast í manntal, eftir boðum frá Augustusi keisara.

Í Skálafirði kunnu vit lesa um manntalið í bygdini í 18oo talinum, hetta kann lesast um í teimum 5 søgubrotunum í blaðnum Fjúrtanda eftir Ólavi Clementsen í 1992.

Bygdin er grundað umleið 1680 og er elsta niðursetubygd í Føroyum. Hon er løgd inn av hagapartinum Skálafjalli. Fyrsti maður sum vit við vissu vitað hevur búð í Skálafirði er Knútur Pólson. Knútur var tann fyrsti maður í oynni sum átti karar.

Tey elstu húsini í Skálafirði vóru eystanfyri Løkin, trý hús undir somu lon: Norðistova, Miðstova og Niðristova. Hesi trý húsini vóru standandi inn í 20 øld.

Fjórðu húsini í bygdini komu 1845, her búleikaðust Dánjal Kristiansson og Marin Sofía Óla Kristiansdóttir.

Eg fari at byrja við at røða um hesa háttvirdu konu Marin Sofíu, hon búði í bygdini frá 1845 til hon doyði í 1903. Marin Sofía var fødd 1828, mamman var Sigga Johannesdatter úr Fuglafirði og pápin var av Toftum nevndur Óla Kristjan Joensen úr Norðrastovu, seinni vanliga nevndur Olgar í Saltnesi. Marin Sofía giftist hálvbeiggja tippoldurabba mín Dánjal Kristiansson bóndasyni úr Innistovu á Skála.

Marin Sofía var kend um alla Eysturoy og aðrar staðir í landinum eisini. Tað var hon sum var vertur, tá ið fyrsta fólkatingaval fór fram í Eysturoy í 1851. Hetta valið fór fram her í Skálafirði. Eg kann til stuttleika nevna, at røðarapallurin var køstagarðurin. Valið stóð ímillum Niels Winther, eisini kallaður juristurin, og Jørgensen próst á Nesi. Amtmaðurin sat innanfyri kamarsvindeygað - til reiðar at taka ímóti stemmumum. Húsini vóru lág og vindeygað stóð upp á bak, so mennirnir máttu lúta framyvir, tá teir skuldu stemma. Høvundurin mintist skilliga ein stóran og prúðan mann, sum gekk fram at vindeyganum, hann var reyður í andliti við reyðum bustutum skeggi og síðum brúnahárum. Hann nevndist Óla Kristian úr Saltnesi, vanligast var hann kallaður Olgar í Saltnesi. Rødd hansara var grov og ramlig. Tá hann var spurdur, hvønn hann valdi, svaraði hann við vælkendu orðunum: ”Vær veljum juristin” Tá leyp amtmaðurin upp á føtur í øði og segði: ”hvilken jurist, der er flere jurister på Færøerne” Niels Winter” segði Olgar í Saltnesi, og gekk spakur og tigandi sín veg.

Olaf Petersen á Argjum skrivar í Oyggjatíðindum í 1979 og í Varðanum bind 31 kann lesast meira:

Marin Sofía hevur eftirlatið sær eitt vakurt ummæli. Søgan sigur, at hon var ein vælkend kvinna av fólki, sum ferðaðist um bygdina Skálafjørð og tiltikin at vera heimablíð. Ferðafólk, ið komu millum Fjarða, steðgaðu gjarna á har, at rinda sær møðina, og mong stukku inn á gólvið hjá Marin Sofíu. Um hon ikki átti so ríviligt at borðeiða við, fingu tey gjarna ein góðan kaffimunn. Hon var tiltikin fyri at gera gott og vælsmakkandi kaffi. Á valdøgunum varð bygdin serliga væl vitjað, húsini har inni vóru bæði fá og smá, so trongligt var, um ein skuldi steðgað á og sessast. Mær er sagt, at nógvir fóru ikki tómhentir, tá ið teir stigu um gátt hjá Marin Sofíu, og aðrir høvdu sjónligar gávur at bera henni. Á hesum døgum hekk ketilin støðugt yvir eldinum, og kafffikannan kølnaði ongantíð. Endurgivið eftir Olaf Petersen, Argi, í Oyggjatíðindum 1979.

Hetta seti eg í samband við jólini, at vera gestablíður, at taka væl ímóti fólki, bæði kendum og ókendum, og hetta dugdi Marin Sofía.

Vit lesa í Evangeliið hjá Matteusi, kapitul 25, v 34-35:

“Tá skal kongurin siga við tey, sum eru høgrumegin við hann: «Komið higar, tit hini vælsignaðu hjá faðir mínum, og fáið ríkið tað í arv, sum tykkum hevur verið lagað, frá tí at verøldin var grundað! Tí at eg var svangur, og tit góvu mær at eta; eg var tystur, og tit góvu mær at drekka; eg var ókunnigur, og tit hýstu mær”

Vit standa her uttanfyri Gamla skúlan í Skálafirði, Skúlin var tikin í brúk og brúktur sum barnaskúli 1947-1960. Her eru vit mitt í tí gomlu bygdini, hetta var okkara verð og eitt av góðu spæliplássunum hjá børnunum.

Her minnist eg at vit børn plagdu um vetranar, tá ið kavin lá, at liggja og gera einglar í kavanum, hyggja eftir stjørnuhimmalinum, royna at finna Karlsvognin, Jákups stiga og Lítlu bjørn, at síggja eitt stjørnuskot var nakað serligt, tað var vakurt og syrgiligt, tí tá doyði onkur, og Guð tók eina sál til himmals.

Eisini spældu vit nógv krógva og blunda, vit stóðu við skúlaveggin og søgdu ramsurnar Ene mene ming mang, kling, klang... ella En gul bil kørte fra by til by..., fyri at vita hvør skuldi blunda. Eisini spældu vit ofta Risar, har málini vóru trappan hjá ommu Niðri í stovu og trappan har Eysturi. Vit runnu og krógvaðu okkum millum neystini og í bønum, fyri at náa málini og sleppa unda at verða fangað.

Eg minnist ikki so nógv verða gjørt burtur úr jólunum, men hugnin var har, og gleðin og spenningurin eisini. Sum barn góvu vit ikki hvørjum øðrum gávur, vit fingu okkurt nýtt plagg, og vit fingu altíð okkurt tinganeyst og góðgæti í hosuna. Vit høvdu ikki jólatræ, okkurt stearinljós bleiv tendrað, jólini vóru i hond tá ið kassin av jólasúreplum var komin í hús og lukturin av jólasúreplum breiddi seg inni.

At lurta eftir jólaheilsanunum var hugnaligt, tá var ikki so lætt at ferðast og mangan vóru tey sum sendu heilsu ógvuliga kensluborin, og oftani var ringt at fáa boðskapin fram, vegna at gráturin strongdi á. Vit lurtaðu eftir Guðstænastuni, og tá ið Niels Juel og børnini dansaðu um jólatræ á Bryggjubakka, hetta var sera hugnaligt.

Omma mín Anna Sofía var av Torvgil á Skála, abbi var Hanus Hansen ú Skálafirði, tey búðu Niðri í Stovu. Jólastjørnan hjá ommu Niðri í Stovu kom upp at hanga Jólaaftan og hekk uppi til 20. kvøld. Í fjósinum Niðri í Stovu skuldi ljós brenna Jólanátt, at hátíðarhalda og minnast Jesu føðing, frelsara okkara, sum kom til so fátækslig kor. Omma var mild, men um man sum barn kom skundandi inn jóladag, og gloymdi at biðja Gleðilig jól, máttu eg út aftur og koma inn av nýggjum.

Ommubeiggi mín Andrias við Torvgil og konan Lena búðu hjá okkum, eg minnist ikki Lenu, tí hon doyði tá eg var 2 ár, men Andrias minnist eg væl. Tey vóru barnleys og tey vóru sera góð við okkum børn. Einaferð fekk Andrias ein pakka av Skála, sum hann helt at skerpikjøt var í, hann segði við okkum børn, at nú skuldu vit fáa ein góðan bita, hetta var forkunnugt, so vit stóðu klár við breyðflísum, men tá ið pakkin var opnaður var onki skerpikjøt, men hosur og okkurt annað tinganeyst. Vit vóru sera skuffað, og hann upp aftur meira enn vit.

Árið í ár er Luther ár

Í sambandi við, at tað í oktober í ár vóru liðin 500 ár síðan Martin Luther festi sínar 95 tesur á slotskirkjuhurðina í Wittenberg, hevur føroyska fólkakirkjan skipað fyri fleiri tiltøkum at hátíðarhalda reformatiónina. Tí haldi eg tað er passandi at tosað um:

Martin Luther´sa jólatræ.

Tað verður sagt, at Martin Luther var tann, sum av fyrstan tíð hevði eitt jólatræ innandura. Sambart halgisøguni var Luther á veg heim eitt vakurt kvøld. Luther var so yvirtikin/sinnisrørdur av vakurleikanum hann sá, tann stjørnuklára himmalin, kavan og trøini. Heimkomin vildi hann deila hesa uppliving við húsfólkið, men honum væntaði orð. Hann gjørdi ikki mætari enn, at hann fór út, og høgdi eitt træ niður, tók tað inn, pyntaði tað við kerti ljósi, fyri at eftirlíkna stjørnunum, sum sóu av himli niðuryvir fjósið, har Jesus var føddur. Hetta verður sagt at vera tað fyrsta ”traditionella” jólatræi í Týsklandi. Hetta er ein halgisøga/søgn, men óansæð so verður jólatræið brúkt til at hátíðarhalda Jesu føðing .

Symbolvirði í jólatrænum:

Jólatræið: At Jesus mátti bera sín egna kross sum var úr træi. Bulurin samband okkara uppeftir.

Greinarnar: Sambandið okkara millum, at verða til gleði fyri hvønn annan.

Einglar á greinunum: At einglanir komu til seyðamenninar úti á markini, at boða Jesu føðing.

Ljós og prýði: Umboða tað stórbara, sum Jesus gjørdi fyri okkum. Jesus er heimsins ljós, og vit skulu vera ljós jarðarninnar

Stjørnan: Umboðar stjørnuna, sum vísti vísmonnunum til fjósið, og steðgaði uppi yvir fjósinum í Bethlehem.

Gávurnar undir trænum: Vísmenninir sum bóru Jesusi gávur gull, roykilsi og myrru. Vit geva hvørjum øðrum gávur, Guð sum gav okkum gávuna Jesus til okkara frelsu og bjarging.
Johannus 3:16: Tí so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, so ein og hvør sum trýr á hann ikki skal glatast, men hava ævigt lív. Tí ikki sendi Gud sonin í heimin at døma heimin, men at heimurin skal verða bjargaður við honum.

Við ynskjum um eina góða atventstíð og eini gleðilig jól.

Takk fyri