HEIM
15.11.2019

Jólatiltøk í Runavíkar kommunu

Jólini nærkast og í Runavíkar kommunu vera fleiri ymisk jólatiltøk á skránni. Eitt nú vera Jól á Gamlavegi á Skála og stóra jólakonsertin í Løkshøll, Jól við Løkin.
Eisini eru onnur tiltøk kring alla kommununa, millum annað brandbilurin, sum er á ferð við jólamonnum og pakkum, jólatrøini, ið verða tendra, jólaskipið, við jólamonnum og nissum, og mangt annað.

Á heimasíðuni hjá Visit Runavík kunnu tit lesa meir um jólatiltøkini í Runavíkar kommunu og síggja nær og hvar jólatrøðini tendra, nær brandbilarnir við jólamonnunum eru á ferð og nær jólaskipið leggur at bryggju í Runavík

Leinkja til jólatiltøkini finnur tú her