HEIM
14.12.2009

Jólatiltak við barnakóri á Skála týsdagin kl. 18

Týsdagin kl. 18 verður bjóðað til jólahugna í "Mullers-húsi", sum er eitt gróthús á keiøkinum á Skála. Barnakórið í Meinigheitshúsinum á Skála fer at syngja jólasangir. Barnakórið hevur júst tikið upp eina fløgu við 12 sangum, sum verður seld í sambandi við tiltakið. Sangir av fløguni verða eisini at hoyra.

Ein áhugabólkur hevur tikið stig til hetta hugnaliga jólatiltak, sum eisini var í fjør og eydnaðist sera væl. Hugnaligu gomlu húsini eru pyntað við ljósperum uttan og jólapynti innan. Høvi verður at keypa ein drekkamunn við vaflum afturvið.

Ágóðin av tiltakinum fer til barnakórið. Í barnakórinum eru 25 børn. Tey venja hvørja viku og fara m.a. at syngja í kirkjuni á jólum.